Vinna

VEST PACK: Endurnýta avlopsplast í framleiðsluni

Vit hugsa burðardygt við fleksiblari og stuttfluttari framleiðsla til føroyska marknaðin, har vit nú eisini fara at endurnýta avlopsplast í framleiðsluni, men samfelagssinni og samfelagsábyrgd hevur altíð havt týdning fyri okkum, siga forstjórin og stjórin í Vest Pack, Áki Olsen og Jákup Oluf í Skálum

2023-03-06 15:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


TEMAGREIN: HVUSSU ARBEIÐIR TÍN FYRITØKA VIÐ BURÐARDYGD?


Framleiðslan hjá Vest Pack av plastposum og øðrum pakkitilfari, í bleytum plasti, byrjaði upprunaliga við Tór Plast í 1977. Í 1983 flutti fyritøkan í nýggj hølir inni á Fjørð í Vestmanna, har Vest Pack heldur til í dag.


Umframt at framleiða og selja plastposar og plastpakning í bleytum plasti til føroyska heima­mark­naðin, so er Vest Pack eisini heildarveitari av pakkitilfari og øðrum vørum til føroysku vinnuna, t.d. etikettum, arbeiðsklæðum, íblandingarevnum, umhvørvisvernd, amboðum og maskinum. Nógv tann størsti parturin av søluni hjá Vest Pack fer sostatt til føroysku vinnuna. Tað er næstan ber plastposar av ymsum slag, sum fer til vanliga brúkaran.


Tað starvast 30 fólk hjá Vest Pack. Áki Olsen er forstjóri og Jákup Oluf í Skálum er stjóri í Vest Pack. Alt virksemið hjá Vest Pack fer fram Inni á Fjørð í Vestmanna.


Fleksibilitetur er styrkin hjá Vest Pack á føroyska marknaðinum

“Styrkin hjá Vestpack er millum annað fleksibilitetur á føroyska heimamarknaðinum. Føroyski heima­marknaðurin er lítil, men vit kunnu tillaga framleiðsluna til føroyska marknaðinum, eitt nú hvat víðvíkur nøgdum, har vit hava eitt lægri minstamark fyri serframleiðslu enn okkara kappingar­neyt­ar uttanlands.” sigur Áki Olsen, forstjóri.  Vestpack er ISO 9001 góðkent – eisini framleiðslan.


Samsvar millum framleiðslu og eftirspurning í nærumhvørvinum skapar størri burðardygd

“At kunnu tillaga framleiðslunøgdirnar til eftirspurningin á føroyska heimamarknaðinum hevur við sær, at vit hava eina meira burðardygga framleiðslu, tí vit kunnu framleiða akkurát tað nøgdina, sum kundin skal brúka. Kundin sleppur sostatt undan at bíleggja størri nøgdir enn hann hevur brúk fyri. Hetta skapar minni CO2 útlát av at flyta plasti millum lond og minni burturkast av avlopsplasti.  Sostatt kunnu vit eisini siga, at okkara vøra er stuttflutt, tí tað er stutt í millum kunda og framleiðara.” sigur Jákup Oluf í Skálum, stjóri.


Avlopsplast verður endurnýtt

Vest Pack hevur nýliga gjørt íløgu í eina nýggja maskinu, sum kann endurnýta avlopsplasti frá framleiðsluni á virkinum hjá Vest Pack. “Maskinan verður royndarkoyrd á virkinum í løtuni, men verður tikin í nýtslu, so skjótt royndarkoyringin er liðug. Henda maskinan melur og eltir alt avlopsplasti og ger tað til plastperlur, sum verða brúktir til framleiðsluna av plasti. Harvið fara vit at sleppa undan at savna alt avlopspalsti saman og senda til Danmarkar til endurvinning, sum vit síðan hava innflutt aftur til okkara framleiðslu.” sigur Jákup Olaf Skálum, stjóri.


Hurðin latin upp fyri at taka ímóti reinsaðum plastburturkasti

“Við íløguni í hesa nýggju maskinuna, at endurnýta avlopsplast, hava vit eisini latið upp fyri møguleika­num at taka ímóti reinsaðum plastburturkasti, tá ið tað einaferð í framtíðini verður møguligt at skilja og reinsa plastburturkast frá bæði vinnu og privatum húrsarhaldum her í landinum.” sigur Jákup Oluf í Skálum, stjóri.


Samfelagssinni og samfelagsábyrgd altíð havt týdning fyri Vest Pack

At vísa samfelagssinni og samfelagsábyrgd hevur altíð havt týdning fyri Vest Pack. “Vit skapa arbeiðspláss og virksemi í lokal økinum í norð streymi, og vit hava lagt nógvar skattakrónur eftir okkum í kommunukassan øll hesi árini, Vest Pack hevur virkað í Vestmanna. Vit stuðla eisini nógvum samfelagsgagnligum og vælgerandi virksemi, tiltøkum og felagsskapum kring alt landið. Vest Pack er høvuðsstuðul hjá lokala hondbóltsliðnum VÍF og vit hava nýliga skriva stuðulssáttmála við unga stjørnuskotið í frælsum ítrótti, 17 ára gamla rennaran úr Kvívík, Jónas Gunnleivsson Isaksen.” sigur Áki Olsen, stjóri, at enda

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder