Politikkurin skal skapa karmar, sum ger okkum meira sjálvbjargin við fleiri landbúnaðarvørum. Vit skulu hava eina burðardygga og varandi skipan, sum komandi ættarlið kunnu gagnnýta og fáa gleði av. Eina skipan, sum hevur við sær inntøkur og trivnað um landið alt. Vit fara m.a. at viðgera seyða- og neytahald, mjólkaframleiðslu, grønmetisframleiðslu, burðardygga lendisnýtslu, útbúgvingar- og stuðulsskipanir, og tí er umráðandi, at øll sjónarmið fáa rúm.
Málið er at fáa sett 8-10 greið mál, landbúnaðinum at frama.
Verkstovan verður 10. juni kl. 9-16 á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tekning fer fram við at skriva til [email protected]
GG: Avmarkað pláss
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald