Vinna

Verkætlanin hjá Hiddenfjord at seta lokaðar eindir út á Sørvágsfjørð gongur væl

Verkætlanin hjá Hiddenfjord at seta lokaðar eindir út á Sørvágsfjørð gongur væl. Í dag varð ein presending sett í fyrstu lokaðu eindina.

2022-03-31 18:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

At ala í lokaðum eindum fer at stytta munandi um tíðina, laksurin er útsettur fyri lús, og fer væntandi at minka mundandi um tørvin hjá Hiddenfjord at viðgera fyri lús.

Hetta er fyrstu ferð, at lokaðar eindir verða nýttar í Føroyum.

Gongur sum ætlað, fer Hiddenfjord at seta smolt út í lokaðu eindirnar síðst í mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder