Í aktualitetssendingini, ið bleiv sýnd á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið, avdúkaðu umboðini fyri landbúnaðin og ferðavinnuna, at tey í næstum seta eitt verkætlanarfólk til at samansjóða ferðavinnu og landbúnað. Gestir í sendingini vóru millum annað Símun Gullaksen, stýrisformaður í Búnaðargrunninum, og Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.
Landbúnaðar-ferðavinna tekur skap
Nýggja starvsfólkið skal millum annað útgreina møguleikarnar fyri at vaksa um sonevndu landbúnaðar-ferðavinnuna í Føroyum. Longu í dag eru ein ørgrynna av tilboðum, har framfýsin fólk í landbúnaðinum bjóða vaksandi talinum av útlendskum ferðafólkum ymsar upplivingar grundað á landbúnaðarvirksemi.
“Vit kenna Onnu og Óla á Velbastað, sum jú vóru undangongufólk at bjóða heimablídni í síni egnu stovu grundað á teirra virksemi sum seyðabóndir” segði Símun Gullaksen í sendingini. “Men tað eru eisini ein ørgrynna av øðrum virksemi innan landbúnaðin, har vit í nógv størri mun kunnu gagnnýta møguleikarnar fyri at bjóða burðardygga lokalt framleiddar matvørur og upplivingar. Hugsanin við nýggja verkætlanarstarvinum er skipað hetta virksemi betur, har vit saman kunnu skapa ein grunn við góðum hugskotum og leistum at menna virksemi enn meira. Tey professionellu fólkini í ferðavinnuni kunnu saman við professionellu fólkunum í landbúnaðinum skapa heilt nýggj virkisøkir.”
Royndarverkætlan slóðar fyri felags vinningi
“Vit á Visit Faroe Islands hava vent okkum til Búnaðargrunnin við hugskotinum, tí vit síggja her nakrar ótroyttar møguleikar til at vaksandi ferðavinnan kann gagna landbúnaðinum og útjaðaranum meira” greiddi Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands frá. “Í fyrstu atløgu er talan um royndarverkætlan, har vit seta eitt starvsfólk í eitt ár at arbeiða burtur av við at menna økið. Men hetta vil sannlíkt vera eitt varandi virkisøki í ferðavinnuhøpi, tí her eru longu fleiri tilboð á øllum oyggjum okkara í Føroyum.”
Spurd av Johnny í Grótinum, verti, um ferðavinnan her sær ein møguleika at finna felags stev við landbúnaðin, svaraði Guðrið játtandi. Og tað gjørdi Símun Gullaksen eisini, tá hann fekk sama spurning um landbúnaðurin her sá møguleikar fyri felags áhugamálum.
“Í landbúnaðinum og ferðavinnuni hava vit nógv felags áhugamál, men í landbúnaðinum eftirlýsa vit, at ferðavinnan er betur til at skipa karmarnar og ikki bert hýsir og breyðføðir ferðafólkunum og síðani senda tey út í føroysku náttúruna at brúka tíðina” greiddi Símun Gullaksen frá í sendingini.
Sendingin Búskapur & Vinna verður endursend á Rás 1 sunnukvøldið, tá hon eisini verður tøk á heimasíðuni www.tv.fo. Hinar 10 fyrstu sendingarnar eru longu tøkar á netinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald