Í so máta er niðursetan í Rituvík onki undantak. Í mun til árstíðina, fyri hálvt annað hundrað árum síðan, er hon í okkara hugaheimi helst meiri dramatisk enn aðrar. Tollaksmessudag í 1873 spískar Per sær blýantin heimi á Toftum og droymir um eitt nýtt lív Yviri í Haga: “Ímorgin! – Morgindagurin verður – um Guð vil – tann dagur, har dreymar okkara í nøkur ár koma at gerast veruleiki.” Tað hongur ein bíbilskur farri yvir hesum øllum. Eitt nýtt lív byrjar um jólini, har jørðin var oyðin og ber og myrkur var yvir frumhavinum. Jørðin læt spretta fram grønt gras, urtir við fræi í, hvørja av sínum kyni, og tá tað júst var farið um stytsta dag, gekk tað eisini ímóti ljósari tíðum – hendan søgan ber brá av skapanarsøgu.
Tvær smáar oyggjar liggja á Hudson ánni, ið rennur møk framvið New York býi. Liberty Island og Ellis Island. Sum fimm ára gamal var eg í hesum stórbýi á fyrsta sinni, ja, heilt uppi í Empire State Building, og hóast ferðirnar hava verið mangar seinri gjørdist luttøkan á aðalfundi Sameindu Tjóða í 2011 sermerkt á tann hátt, at vit fingu náðir at vitja Frælsisguðinnuna og Ellis Island. Ellis var grindin innar í hin stóra dreymin um eitt nýtt og øðrvísi lív. Í tíðini frá 1892 til 1954 vóru 12 milliónir innflytarar skráettir í trivaligu húsunum, sum nú eru savn og áminning um eina serliga tíð. Harinni kom mær stóra útrásin úr Norðurlondum - í árunum frá 1840 til 1914 - til hugs. Útrásin byrjaði væl fyri at teljingartólið á Ellis oynni fekk virknað, og tað merkisverda er, at Føroyar fylla lítið í hagtølunum.
Vanliga verður roknað við, at útrásin gongur í trimum bylgjum, og tíðarmálini fyri tær stóru bylgjurnar eru: 1866-1873, 1880-1894 og 1900-1914. Ein trivaligur partur av fólkinum í Noregi, Danmørk og í Svítjóð velja um hetta mundið at royna eydnuna handan havið og okkara næsti granni, Ísland, var eisini raktur av dreninum. 16.500 íslendingar flyta til amerikanska meginlandið í árunum frá 1870 til 1914 fyri at finna sær størri lívseydnu. “A brain drain” – heilaflýggjan - so tað munar. Hetta er tíðin, táið niðurseta í óbygdum gerst møgulig í Føroyum, og niðursetubygdirnar, eitt nú Rituvíkin, gerast heimliga alternativið til amerikanska dreymin. Guð havi lov fyri tí – annars var onki hátíðarhald fyri hesari bygd í hesum døgum.
Yviri í Haga, – málsliga eyðmerkingin sigur ikki so lítið. Fyri hálvt annað hundrað árum síðan var her bara hagi, og kultiveraðu teigarnir, sum liggja fyri eygum okkara í dag, veltir við handa- og kropsmegi, táið løtur vóru til avlops frá útróðri, neyta- og seyðahaldi og húsligum arbeiði við ongum hentleikum, siga alt um tað áræði hesi fólkini hava borið við sær, tey fyrstu av nógvum hin tiltikna jólaaftan í 1873.
Táið eg eygleiði æðurnar fara damlandi um Langanes, við munnan á Løkini ella koma íkøktar við ungunum inn at lónni úti á Bakka í Miðvági, komi eg altíð at hugsa um framúr góða sangin hjá sálaða vinmanni mínum Jens Eli Ellefsen: “Í skýming á trøðni, eg hómi á lónni, har dandar eitt æðupar.” Einaferð helt eg fyri við hann, at tað helst vóru forfedrarnir í Rituvík, sum vóru íblásturin til hesa væleydnaðu allýsingina í yrkingini: “Kempur so seigar, løgdu inn teigar úr haga til grønkandi bø. Harðvunnar hendur – garðurin stendur við klípum frá hæddum í støð. Her stóðu teir kropnir við haka í hond, teir saksaðu, veltu og gróvu. Treiskir teir bygdu á kroppinum land, meðan sólin sær søkir hav.”
Tey eldru, eisini tey sum eg eri vaksin upp saman við, lótu onki bíða eftir sær. Drál og leti var av tí illa, har var stutt frá tanka til handling. Umframt at lyfta egið, húskisins og bygdarinnar lív upp á eitt hægri stig snúði tað seg eisini um tjóðarlaðing. Rói Patursson lýsir hetta so serliga væl við hesum orðum:
Bíðar tú eftir, at sólin skal skína,
at líðirnar grønkast,
og alt verður gott?
Bíðar tú eftir at dagarnir blíðkast,
at knútarnir loysna,
at kærleikin kemur í nátt?
Tú eigur eina víða verð
at liva í
Tað finst onki stað á jørð
at bíða í.
Bíðar tú eftir, at ístíðin linkar,
at tey gomlu yngjast,
og at børn koma til?
Bíðar tú eftir, at dreymarnir vinna,
at fløkjurnar greiðast,
tá ið tú veitst tað, ið tú vil?
15 bygdir eru í Runavíkar kommunu og 8 teirra eru eldri og yngri niðursetubygdir. Æðuvík, Runavík, Saltangará, Lambareiði, Skipanes, Skálafjørður, Funningsfjørður og Rituvík. Tey, ið settu seg niður í óbygdum, burtur frá markatalsbygdunum, vistu av sonnum, hvat ið tey vildu. Kroppur og høvd skuldu til og treytaleysa álitið á Hann, ið øllum ræður, man hava verið hin mesta skorðan í harðbalna gerandisdegnum.
Hendan lýsingin hjá prestinum úr Skálavík, Kristiani Osvald Viderø, sigur so sera væl frá hesum: “Í húsinum hjá Peri varð livað nær náttúruni og eftir henni. Alt var heimagjørt og tikið úr lagdi og upp úr egnum brjósti. Har var eingin snyrtan og skreytan. Alt var byrjan av nýggjum, - eins og ein skapaninnar morgun. Heimurin eins og nýggjur. Undursamt hevur tað verið hjá teimum fyrstu báðum, sum eftir brúðhleypið stutt fyrir jól fóru og settu búgv í Rytuvík og hildu har jól, har aldri áður høvdu verið hildin jól. – Sterk vóru tey bæði sum jørðin og eins og myndað eftir henni.”
Viderø er mangan skemtiligur í mongu verkum sínum, og hann sigur soleiðis frá um Per: “Eitt sinn hann var á floti har úti fyrir landi og havdi gloymt knívin eftir á landi, beit hann sær með tonnunum agn burtur av øðunum. Reytt var skeggið framman undan, men tá bar av. Bátar sum komu har um, hættu at rógva ella reru nærri til hans til tess at vita, hvat tað var, sum har sat í bátinum. Tað sýndist sum einhvør undarlig havskepna, ið var komin upp á sjómálið.”
Fólk eru sum aðrar staðir komin og farin til og av bygdini, men hesi 150 árini, síðani tey bæði Per og Nicolina sótu tveyeini og skoðaðu fløturnar, Nólsoynna og hitt ótamda havið, er støðan tann, at tað í dag búgva 336 fólk í Rituvík. Umframt hesi er ein stór fjøld, slektað higani, sum hevur sett seg niður í bygdum og býum og innan- og uttanlands. Her í bygdini vera tit fleiri við nýggjum útstykkingum frameftir og sigast má av sonnum, at niðursetan vignaðist óvanliga væl.
Havi borið tað fram, við annað høvi fyri kortum, at mítt ættarband til Rituvíkina sprettur úr 5. niðursetuhúsinum. Í 1879 fluttu Magnus Olsen og konan Sára Malena Huusgaard til bygdina – seks ár eftir fyrstu niðursetuna. Hagi, brimpláss og ongin undirstøða. Tað er ikki til at skilja hjá nútíðarmenniskjum, eksistentiel val av hesum kalibrinum, í hesum førinum at fara heiman frá flógvu grúgvunum út í oyðimørkina at skipa og skapa sær eina framtíð bara við egnum evnum og førleikum. Til tað krevst trúgv, vón og kærleiki. Vilji, áræði og ein óvanligur arbeiðshugur. Magnus var nesmaður, og Sára var slektað av Húsgarði í Syðrugøtu. Sára var systir Petru, sum var langomma mín. Hon var gift langabbanum Óla fyri oman Oyruna í Syðrugøtu. Harvið vóru Magnus Olsen, skiparin, Magnus í Rituvík róptur, og abbi mín í Gøtu systkinabørn. Plagi siga, at eg eri slektaður við hálva Rituvíkina – eigi nógvar fermenningar í bygdini og aðrar sum eru slektaðir úr bygdini. Í slekt við allar teir gulu yviri á Miðjuni, sum abbi mín á Glyvrum plagdi taka til, hann helt nógv um teir, hesar skyldmenn mínar við teirri jarpu hárferðini.
Tað hongur onkur serlig orka uppi við niðursetufólki, og tað sæst aftur í søguni hjá hesari bygd. Raskir fiskimenn, nógvir gitnir skiparar og útgerðarmenn og luturin hjá konunum hevur so sanniliga ikki ligið eftir. Táið ein heiðursløta var fyri Jens Eli í Bygdarhúsinum í Miðvági fyri sløkum ári síðan, loyvdi eg mær at taka soleiðis til: “Troubadoururin á trøðni. Jens Eli Ellefsen. Samanvovin úr ymisku brigdunum úr Rituvík og Miðvági. Úr eini niðursetubygd og eini gamlari bóndabygd, haðan nógvir úrmælingar í mentan og tjóðarlaðing hava sín uppruna. Pauli Ellefsen lýsti munin millum brigdini so væl í útvarpssamrøðu. Miðvingar fóru seigligir til Havnar við Vesturleið triðja hvørt ár, fyri at seta nakrar hart vunnar krónur inn í Sparikassan, skotraðust fram við húsahornunum við keppinum liggjandi niður á eygnabrýrnar, teir ætlaðu at fara úr høvuðsborgini líka ljóðligir sum teir komu, meðan rituvíkingar vóru í Havn annan hvønn mánaða, mest fyri at klippa sær, og komnir í land av mjólkarbátinum í Vágsbotni, leigaðu teir sær hýruvogn niðan á Sjómansheimið. Stórir í slagnum. Niðursetumenn. Nógvar syntesur eru komnar burturúr hesum samanstoytinum millum tesu og antitesu.”
Í sekstiárunum gekk Nes Sóknar kommuna sundur í tvinnar lutir. Søgan er væl lýst í skrivaðu søguni hjá báðum tveimum, sum vestmenningurin Helgi Jacobsen hevur greitt so væl úr hondum – tí er ongin orsøk til at gera meiri burturúr hesum skilnaði. Í dag liva kommunurnar sum góðir grannar í góðum samstarvi um alt tað sum grannar eiga at samstarva um. Eldraøki, sløkkilið, heilsudepil, barnavernd, havnastýri, skúla o.s.fr. Á øðrum økjum eru vit í kappingarstøðu, og tað hevur helst gagnað báðum pørtum. Tá Rituvík er niðursetubygd av Toftum kundi logiska fylgjan verða, at fólkið her í bygdini valdi at fylgja uttanmonnum í skipanini av egnari kommunu. So varð ikki, og orsøkin er helst, at nógv samband var millum bygdina og heim í Heiðar á ymsum mótum heilt frá byrjan. Tá Nes kommuna og Runavíkar kommunu gjørdust hvør sín kommuna bleiv Rituvík ein partur av hesi innaru saman við hinum niðursetubygdunum av Nesi og Toftum - Æðuvík og Runavík. Síðan er kommunan við fleiri samanleggingum vorðin hin triðstørsta í landinum, og fólkatalið riðar nú um 4.400 borgarar úr Æðuvík norður til Funnings og úr Lamba yvir á Skála. Strekkir at kalla alla oynna av Tinghellu norður á Førjaklettin.
Soleiðis gjørdust børnini í Rituvík eisini ein partur av skúlaverkinum hjá Runavíkar kommunu, og táið tey høvdu gingið her í bygdini í nøkur ár komu tey inn á Glyvrar at ganga í skúla. Í okkara flokki vóru tey Elsebeth, Jana, sálaði Símun, Helgi, Ivan, Oddmar og Herbert. Afturat hesum kom Jóhan úr Æðuvík.
Stutt eftir seinasta kommunuval tosaðu vit um at seta niður ein bólk, til tess at fyrireika heiðursløtur kring um søguligu niðursetuna. Sonni, Tóri, Dánjal Petur, Urd og eg sjálvur gjørdust partar av hesum høpi, og fyrsta skotið var heimildarkykmyndin hjá Dánjali og Hans Peturi um torvskurð í Rituvík. Semja er um, at vit raktu í solar plexus við teimum báðum, og kyku myndirnar, sum fóru akandi eftir tjaldinum í Løkshøll í mentanarvikuni, og aftur í dag, hava verið fagnaðar almikið. Umframt hesa løtuna, nú, verður meiri at frætta heilt fram til mentanarvikuna, sum er sett á skrá, táið tað aftur fer at vára.
- oktober er vorðin ein lagnudagur í Føroyum. Hendan dagin byrjaði tann stóra kreppan av álvara – tá Sjóvinnubankin fór út av ørvarendanum fyri 31 árum síðan. Dagurin er eisini føðingardagur hjá konuni, men tað gjørdi ongan mun, tá fólk úr Rituvík fyri nøkrum árum síðan heittu á meg um at vera notarius publicus, tá ein veðrur skuldi seljast til frama fyri nýggja missiónshúsið. Randi átti seinasta boðið, og hin tá so prúði veðrurin fór fyri 36.900 krónur. Góður prísur vil eg meina – slakar túsund krónur fyri kilo´ið.
Rituvík hevur flutt seg nærri at miðsavningini í kommununi og landinum annars, serliga eftir at frægari undirstøða er komin til bygdina og ikki minst eftir at akandi varð undir Tangafirði. Hendan miðsavningin fer kortini ongantíð at gera enda á Rituvík sum bygd, til tað eru umstøðurnar ov góðar og 150 ára gamli kultururin ov dyggur. Tann sama frælsistrongdin, sum fekk niðursetufólkini at víkja frá kjøtpottunum í øðrum bygdum, fer framhaldandi at vera uppdriftin hjá tykkum og fleiri, sum árini fara at ganga. Tú kúgar ikki ein nýbyggjara, hann hevur reist seg einaferð og trýr í øllum lutum á egna megi og egnan mátt. Kendasti rithøvundur okkara, William Heinesen, hevur skrivað so væl um hetta í bókini Nóatún. Serliga endin á bókini um eina niðursetubygd er kveikjandi. Maria hevur fingið ein son. Samson, pápin, stendur í bikdálkaðari undirtroyggju í durinum, og ein av teimum, sum ynskir honum til lukku við nýføðinginum, er Niels Petur, sum setti seg niður á durahelluna, har hann setti Kristoffur og Símun Sinklar á knøini. Seinasti setningurin ljóðar: ”Innan úr húsinum hoyrdist veikmæltur, men heitur grátur.”
Hetta minnir ikki sørt um seinasta brotið í yrkingini ”Til Boga og allar nýføðingar í verðini” hjá yrkjaranum Jóanesi Nielsen:
Títt lív søta barn
er ikki ein spurningur
men eitt svar ein játtan
dreymurin ið gerst veruleiki
lívið ið ferð eftir ferð vil sigra.
Lívið fer eisini ferð eftir ferð at sigra í Rituvík. Tað ræður um at fylgja boðunum í fyrstu Mósebók: Verðið barnrík og fjølgist og uppfyllið jørðina og leggið hana undir tykkum, og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini.” Tit, sum hava íbornan nýbyggjaramentalitetin frá ættfedrunum bogna ikki fyri hinum frekasta æli. Hevur tú einaferð prógvað, at tú kanst standa uppi av tær sjálvum, í víðastu merking, menniskjansliga og tjóðskaparliga, so finst tann megin ikki í hesum heimi, sum fær mergin at leypa úr tær aftur.
Onkur fer og annar kemur – soleiðis er lívið nú einaferð lagað og skipað. Her eru fleiri komin enn farin. Samstundis sum eg fyri Runavíkar kommunu og meg sjálvan fari at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við teimum fyrstu 150 árunum, endurgevi eg Kristian Osvald Viderø einaferð enn: ”Rytuvík var allar dagar fyrir gamla Peri páradísið á jørð. Hann var áttati tvey ára gamalur og havdi aldri verið hjá lækni. Men tá sjúklaðist hann og varð fluttur í sjúkrahúsið í Thórshøvn. Tá sást, at hann hevði blóðskort og krabbamein í livruni. Hann vildi sleppa heim aftur at doyggja, og tá ið teir, sum bóru, vóru komnir svá langt yvir, at hann sá Rytuvík, lyfti hann høvdinum og mælti: ”Nú er betri, nú eri eg heima, nú er sloppið!”
Takk fyri høvið.
Tórbjørn Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald