LV skrivar:
Orsøkin er tann, at vegurin verður ikki saltaður ella ruddaður fyri kava.
Tíverri er tað komið fyri fleiri ferðir, at bæði persónbilar og bussar hava rent seg fastar í kavanum og í hálkuni, hóast ávaringarskelti, um at einki vetrarhald er, hevur staðið uppi. Nú verður eisini skelti sett upp, ið merkir ongin gjøgnumkoyring.
Vegurin er einsporaður og kann vera vandamikil at koyra á, tá hann ikki verður saltaður og ruddaður fyri kava. Hendir eitt ferðsluóhapp, er tað sera torført at koma hesum til hjálpar, tí tað er so smalt og hartil vánaligar arbeiðsumstøður hjá Landsverki og átakseindunum í økinum.
Tó at nógv fólk ynskja at koyra hendan vegateinin í vøkru náttúruni, meta Landsverk og løgreglan tað vera alneyðugt at steingja vegin um Eiðisskarð fyri gjøgnumkoyring í vetrarhálvuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald