Vinna

Vegagerðin til Fámjinstunnilin byrjað

25. mai 2022 varð arbeiðstøkusáttmálin um Fámjinstunnilin íroknað tilhoyrandi vegir undirskrivaður millum Landsverk og P/F J&K Petersen.

2022-07-27 18:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Um mánaðarskiftið juni/juli byrjaði jørðarbeiðið í sambandi við byggiplássið (t.e. goymsla, mansskapsvognar og smiðja) og til vegin fram til inntakið til komandi tunnilin - Ørðavíkarmegin. Væntandi verður fyrsta skotið til sjálvan tunnilin skotið senni í heyst.

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum. Tunnilin fær alla ta kravdu trygdarútgerðina, ið ein tílíkur tunnil skal hava í dag. Tað er LBF, ið hevur staðið fyri prosjekteringini av verkætlanini.

Øll verkætlanin skal eftir ætlan verða liðug miðskeiðis í 2024.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder