Vinna

Veðurlagsmál á breddan

Eitt høvuðsmál hjá samgonguni er at minka útlátið og seta bindandi veðurlagsmál.

2023-01-18 16:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

  Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur tí sent uppskot til kunngerð um at avmarka nýtsluna av sonevndum f-gassum í almenna hoyring.

F-gass eru eru sterk vakstrarhúsgass. Tað merkir, at tey eru ógvuliga skaðilig fyri umhvørvið. Eitt tað ringasta F-gassið (SF6) ger útvið 23.000 ferðir so  stóran skaða sum koltvíilta (CO2). F-gassir verða serliga brúkt í køliskipanum umborð á ávísum skipum. Hesi vakstrarhúsgass eru týðandi partur av føroyska útlátinum av vakstrarhúsgassi. Við reglunum verður krav nú sett um at útskifta f-gass við onnur kølievni, sum ikki eru eins oyðileggjandi fyri veðurlagsskipanina.

“Ein av høvuðssetningunum hjá nýstovnaða umhvørvismálaráðnum er at syrgja fyri, at vit gera okkara at avmarka veðurlagsbroytingarnar við at seta í verk átøk sum minka okkara útlát og verja náttúru og vistskipanir”, sigur Ingilín. D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Føroyar hava bundið seg til at minka nýtsluna av f-gassi við 85 % fram til 2036. Kjarnan í uppskotinum er, at innflutningur av f-gass framvegis verður loyvdur, men nú í einari kvotaskipan, har kvoturnar fara at minka stigvíst næstu 14 árini, so samlaði innflutningurin í 2036 er minkaður við minst 85 prosentum í mun til innflutningin seinnu árini. Samstundis verður í næstum lagt gjald á nýtsluna av hesum vakstrarhúsgassum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder