2023-08-24 16:31
Á heysti í 2020 tók Bygdarfelagið í Funningi avgerð um at skipa eina nevnd, ið skal fara undir eina verkætlan at varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og varðveita søgnina um Grím Kamban. Í nevndina eru valdir Jóanis Erik Køtlum, Jóanes Johannesen og Rodmundur Nielsen.
Nevndin er farin til verka og hevur heitt á Hans Paula Olsen listamann um at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, sum lýsir søgnina um Grím Kamban. Hesum hevur listamaðurin játtað og verður talan um eina standmynd, sum skal stoypast úr bronsu og setast inn í landslag av granitti.
Her á síðuna verður ymiskt søguligt tilfar lagt út og dagføringar frá gongdini í arbeiðnum.
Til ber eisini at vitja www.grimurkamban.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald