Vinna

Vágs Kommuna: Viðvíkjandi vinnuøkinum á Oyrunum

Á býráðsfundi í gjárkvøldið var eitt mál um at bjóða økið yviri á Oyrunum út til annað viksemið enn tað, sum er har.

2023-09-28 15:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Í summar setti eitt felag sjeg í samband við Vágs Kommunu, um økið yviri á Oyrunum. Ætlanin var at byggja eitt virkið til móttøku av pelagiskum fiski. Borgarstjórin, varaborgarstjórin og umboð frá fyrisitingini vóru við á fundinum. Á fundinum bleiv greitt frá, hvat felagið hvørjar ætlanir felagið hevði her í Vági. Á fundinum fekk felagið at vita, at Vágs Kommuna var positiv um ætlanina, men eingin avtala var gjørd. Felagið hevði síðani verið í samband við tekniskudeild hjá Vágs Kommunu, og biði um ymiskt í samband við rágeving av einari møguligar havnaútbygging.

Borgarstjórin, Bjarni Johansen, kunnaði býráðið á býráðsfundi tann 28. august um ætlanina, og var hendan ætlanin væl móttikin av øllum býráðnum.

Tann 12. september var Vágs Býráð á fund við felagið, har víst bleiv á, hvat ætlanin var at byggja. Í fyrsta umfari er ætlanin at byggja eina móttøku av pelagiskum fiski, har felagið ynskti til fyrsta byggistig eitt økið uppá 4.000 fermetrar og til annað byggistið, at víðka økið til 5.000 ferðmetrar. Felagið hevði ynski um eitt økið, sum var umleið 18.000 fermetrar til eina møguliga bygging av størri virkið. Vágs Býráð vísti á, at møguleiki var at víðka økið eystureftir, og her var felagið ikki avvísandi, tí felagið vildi verða ein viðspælari í lokalsamfelagnum. Síðan tá hevur tekniskadeild arbeitt við at vísa á, hvussu økið kann víðkast eystureftir og var felagið positivt um hendan møguleika.

Á býráðsfundi í gjárkvøldið tók eitt samt býráð undir við ætlanini at bjóða felagunum økið uppá 4.000 fermetrar við møguleika at víðka tað til 5.000 fermetrar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder