Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðaði vælkomin, prensenteraði fyrisitingina og hvørji øki tey sita við. Síðan greiddi borgarstjórin frá um nýggja tilboðið á barna- og ungdómsøkinum, um tilgongdina og undirtøkuna millum bæði býráðið og tey ungu í kommununi.
Síðan varð greitt frá um bústaðarætlanirnar hjá Vága kommunu, um tær útstykkingar sum liggja í ætlanini fyri Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, umframt hvørjar hugsanir eru í framtíðini.
Tosað varð um ymisk felagsmál og avbjóðingar báðar kommunurnar hava á tekniska økinum, har ímillum hús ið standa tóm og hús ið vera keypt til summarhús.
Ferðaliðið úr Vági helt so leiðina fram til Vestmanna at vitja kommununa har. Vit takka fyri vitjanina og innbjóðingina at koma suður til Vágs at vitja tey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald