Mentan

Vágakórið skipar fyri Vágakvøldið fríggjakvøldið

Vágakórið skipar fyri einum sokallaðum Vágakvøldi, sum verður í bygdarhúsinum í Miðvági komandi fríggjakvøld kl. 20.

2025-10-29 06:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kórið ynskir, at dentur verður lagdur á nakað av tí tónleikaliga, sum oyggin hevur uppfostrað: yrkjarar og herundir sangir(felagssangir), sangarar, tónleikarar. 
Haraftrat verða hugni og undirhald/frásagnir ein partur av skránni :)
Møguleiki verður hjá fólki at luttaka í hesum serstaka hugnakvøldi, við at keypa sær atgongumerki á atgongumerki.fo í seinasta lagi í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder