Mentan

Vágakórið og kirkjukórið Ljómur hava kórkonsert í kirkjuni í Sandavági

Í kvøld 3. juni klokkan 17:00 verður kórkonsert í Sandavágs kirkju.

2023-06-03 09:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vágakórið og kirkjukórið Ljómur hava samstarvað, og fyrinøkrum árum síðani var Vágakórið og vitjaði Ljóm. Úrslitið av vitjanini varð ein konsert í Vágs kirkju, har kórini framførdu hvør sær og síðani felags framførðslu.


Benjamin Gåsedal er kórleiðari hjá báðum kórunum, og er nú lagamanni at taka samstarvið uppaftur. Hesaferð verður kórið Ljómur gestur hjá Vágakórinum, og Benjamin fer at venja og samansjóða kórini. Úrslitið verður ein konsert í Sandavágs kirkju 3. juni. 

Sangskráin er blandað við løttum og meira álvarsomum verkum.

Verið væl komin.

Nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder