
Tað fyrsta verður útferð við bussi í Eysturoynna 23. august, har vitjað verður á Snælduni, Urtagarðinum hjá Evu, Navia og í Havn verður farið á Tjóðsavnið, tað sum fyrr kallaðist Fornminnissavnið. Felagið skipar eisini fyri døgurða. Seinasta freist at tekna seg til úrferðina er týsdagin, 16. august.
Í heyst verður sum vant skipað fyri bingo, og eisini fer at verða skipað fyri fundum við tiltøkum fyri limirnar. Jólaveitslan verður í desember.
Sum nakað nýtt er ætlanin at hava onkur kvøld, tá ið limirnar savnast at hugna sær og spæla ymisk kort- og borðspøl.
Vága Pensjónistafelag er eisini Eldraráð í Vágum. Ráðið hevur javnan fundir við Vesturvón og kommunurnar. Eldraráðið hevur í tí sambandi skotið upp, at gjørd verður ein nýggj og dagførd kanning av støðuni hjá teimum eldru í Vágum.
Í nevndini fyri Vága Pensjónistafelag sita Erhard Jacobsen, formaður, Ketty Kurotsuchi, næstforkvinna, Thurid Olsen, kassameistari, David Johannesen, skrivari, Jóna Dam, Asta Poulsen og Finnbogi Niclasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald