Vinna

VÁGA KOMMUNA: Umhvørvisplássið er stongt hesa vikuna

.

2024-06-25 13:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


IRF hevur kunnað okkum um at sera nógv burturkast hópaði seg upp tær fýra vikurnar verkfallið vardi. Síðan verkfallið endaði, hevur IRF sett eyka orku inn og hava raðfest at heinta burturkastið frá húsarhaldum og stovnum, og nú koyrir alt sum vanligt aftur á hesum økjum. 


Nógv burturkast er komið inn á endurvinningarplássini kring landið, og hesi eru eisini tømd eina til tvær ferðir seinastu vikuna. Tilvitað hevur ikki verið tikið móti burturkasti frá vinnukundum, sum nú hava bíðað í 5 til 6 vikur, og tí er neyðugt at raðfesta hetta nú.


Í løtuni koyrir brennistøðin við fullari ferð alt samdøgrið, men tað ber snøgt sagt ikki til at brenna burturkast frá fýra vikum upp á eina viku. Tí má okkurt bíða eitt sindur og  javnast út yvir tær komandi vikurnar. 


Tí hevur IRF tikið avgerð um, at tey ikki heinta burturkast frá endurvinningarplássum kring landið vikuna og hava heitt á kommunurnar at stongja endurvinningarplássini. 

Vága kommuna hevur tí tikið avgerð um at umhvørvisplássið er stongt hesa vikuna. Avgerðin er tikin av tí orsøk at bingjurnar eru fullar og tað av somu orsøk ikki er møguligt at taka ímóti meira burturkasti frá húsarhaldunum í kommununi. 

Nærri kunning kemur í vikuni frá IRF um nær tey byrja at heinta burturkast aftur frá endurvinningarplássunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder