
Síðan Vága kommuna fór undir verkætlanina við Vakstrarhúsinum í Sandavági, hevur nógv verið skrivað og sagt í miðlunum um verkætlanina. Hetta hevur vakt stóran áhuga – bæði í og uttan fyri kommununa. Fyritøkur, almennir stovnar og aðrar kommunur hava víst stóran áhuga at vitja, fáa eina framløgu um verkætlanina og leita sær íblástur frá tí arbeiði, sum kommunan hevur framt – og hvat ber til, tá hugflog og burðardygg hugsan ganga hond í hond.
Og tað grør avbera væl í Vakstrarhúsinum! So mikið væl, at kommunan nú bjóðar borgarum at koma niðan at fáa sær – bæði grønmeti til køkin og til egnar kálgarðar, plantukassar ella vindeygakarmar.
Í Vakstrarhúsinum eru alskyns sløg av salati, kryddurtum og røtur – alt sátt og plantað undir góðum umstøðum og við góðari røkt. Hetta er ein verkætlan, sum ikki bara styrkir sjálvbjargni og matmentan, men sum samstundis eggjar borgarum at gerast virknir partar av einum grønum felagsskapi í kommununi.
Vilt tú fáa okkurt av hesum, eru borgarar í kommununi vælkomin norð í Vakstrarhúsið í morgin, hósdagin ella fríggjadagin millum kl. 08.00 – 12.00 og annars eftir avtalu.
Við ynski um eitt gott summar!
Vága kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald