Størvini verða sett sum skjótast ella 1. september 2023. Møguleiki er fyri færri/fleiri tímum um vikuna.
Vit vænta
- at tú ert við til at menna námsfrøðliga arbeiði á stovninum, er kreativ/ur og torir at hugsa nýtt
- at tú ert fleksibul, hevur eitt gott hugflog, dugir at hugsa í loysnum og hevur eina jaliga tilgongd til uppgávuna
- at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir og megnar at virka fyri góðum samstarvi við børn, foreldur og starvsfelagar
- at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tekur ábyrgd og avgerðir, ið fremja barnsins bestu menning
- at tú hevur hug og áræði, at vera við til at skapa ein fjølbroyttan, stuttligan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgunum
- at tú hevur vitan og/ella áhugan fyri at læra viðkomandi amboðini og arbeiðshættirnar
- at tú hevur ein burðardyggan og náttúruvinarligan hugburð
- at tær dámar væl at vera úti og brúka rørslu, og náttúruna, sum námsfrøðiligt amboð
Vit kunnu bjóða tær
- eitt fakligt mennandi starv í einum stovni í menning, við nýhugsan og nýggjari visjón
- eitt spennandi og gott arbeiðsumhvørvi
- eitt starv har tú kanst nýta tínar dygdir og hava ávirkan, samstundis sum tú mennir teg sjálva/n
- eitt starv við ymsum verkætlanum, ið er í tøttum samstarvi við øðrum myndugleikum
Løn og setanarviðurskifti
Arbeiðstíðin er vanliga millum kl. 11 - kl. 17:00 í Smílikulluni.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstiganum 11-24 og hjálparfólk verða lønt á lønarstiganum 2- 8.
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Um Smílikullan
Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsi hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í Gamla Skúla í Miðvági.
Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er, at bjóða virksemi sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, ið er sigandi og ógloymandi.
Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit verkstaðsarbeiði, og bjóða vit nattúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og eitt uttandura verkstað.
Umsókn
Send umsókn á vanganum hjá kommununi á alfred.fo saman við lívsgongdarlýsing, prógvum, barnaváttan og møguligum viðmælum, ella við telduposti til [email protected]. Viðmerk ”Umsókn”. Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 22.08.2023.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Nataschu Johannesen, virkandi leiðara, á tlf 794540.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald