Politikkur

Vága kommuna: Skatturin lækkar í 2025

Á býráðsfundi týsdagin hin 26.november var fíggjarætlanin fyri 2025 einmælt samtykt.

2024-12-20 20:44 Author image
-
placeholder

Vága kommuna: Høvuðstølini eru hesi:

Inntøkur í alt

127,4 mió

Rakstrarútreiðslur

111,2 mió

Rakstrarligt úrslit

1,5 mió

Íløgur

14,6 mió

Skattaprosent

21,25%

Barnafrádráttur

6.500 kr


Býráðið hevur síðani í heyst viðgjørt fíggjarætlanina. Inntøkan fyri 2025 er mett til 127,4 mió. kr. 

Skattaprosentið lækkar við 0,25% í 2025 og verður 21,25%, og barnafrádrátturin verður óbroyttur, 6.500,00 krónur fyri hvørt barnið.

Fyri familjur, sum hava fleiri børn á dagstovni, er loft lagt á stovnsgjaldið, soleiðis at ongi foreldur rinda meira enn 3.000 kr. Fyri barnaansing.

Harumframt, so samtykti býráðið í 2024 eitt frítíðarkort, sum gevur øllum børnum og ungum í kommununi ímillum 5 og 17 ár eitt frítíðarkort sum hevur eitt virði á 1500kr pr. ungling. Hetta er eisini ein stórur frádráttur til barnafamiljurnar.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar eru mettar at verða 111,2 milliónir, har serliga kjarnuuppgávurnar sum barnaansing og eldrarøkt eru høgt raðfestar, og eru á leið helmingurin av rakstrarjáttanini.  

Í 2025 eru 14,6 milliónir krónur avsettar til íløgur. Verkætlanir sum eru í gongd, verða gjørdar lidnar í 2025.

Tilber at taka niður fíggjarætlanina niðanfyri.

Fíggjarætlan 2025

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder