Vinna

Vága kommuna hevur tikið eitt stórt stig til frama fyri eini meira burðardyggari framtíð á grøna økinum

Kommunan skal gerast grønari.

2023-09-22 10:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Smærri átøk á burðardyggu leiðini hava seinastu árini verið gjørd í kommununi, sum íðin starvsfólk og sjálvbodnar eldsálir í kommununi hava tikið stig til t.d bjóðað Bokashi spannir til borgarar, innsavnan av plantum á umhvørvisplássinum til endurnýtslu og Tálgaverk, fyri bert at nevna nøkur. Nú hevur Vága kommuna tikið eitt stig longri fram á leið, og hevur undirskrivað eina avtalu við eigararnar av vakstrarhúsinum í Sandavági, um at kommunan framyvir leigar heimara partin av vakstrarhúsinum, sum er áleið 550 fermetrar. Málið er, at stovnar hjá kommununi fara at framleiða grønmeti og frukt til egna nýtslu og at vit sum kommuna gerast sjálvbjargin við plantum og í mest møguligan mun nýta okkara egnu framleiðslu til fríðkan á grøna økinum.

Hugskotið hevur bryggjað í eina tíð. Átakið hjá Vága kommunu er í samsvar við tíðarandan, har tankar og ynskini um, at vit í Føroyum eiga at gerast alt meira sjálvbjargin við framleiðslu av matvørum og at minka um innflutning av grønmeti og plantuvøkstri.

Kommunan er stór í vavi og nógv grøn økir eru at fara um, sum starvsfólkatoymið á grøna økinum hevur røkt sera væl seinastu nógvu árini. Við Visjón 2032, er avgjørt at raðfesta býarumhvørvið, trivnað og burðardygga menning, og sum ein part av hesum, ynskir kommunan at menna tað grøna økið enn meira, á ein burðardyggan hátt. Fyrr í ár varð Búgvi Róin settur í starv sum gartnari í kommununi. Saman við einum toymi av dugnaligum starvsfólkum, kemur Búgvi at hava yvirskipaðu ábyrgdina av at skipa hetta øki, og sær hann stórar møguleikar í at sleppa inn í vakstrarhúsið at dyrka og framleiða plantur og trø til at nýta at fríðka um í kommununi. Her er eisini góður møguleiki fyri samstarvi og menningarmøguleikum við umhvørvisplássið, um endurnýtslu av pottum, plantum, havaburturkasti og mold.

Hetta er ein slóðbrótandi verkætlan sum kommunan sær stórar vakstrarmøguleikar og nýskapan í. Í dag er bert eitt vakstrarhús eftir í Føroyum, og tí var hetta ein upplagdur møguleiki hjá kommununi, tá tað gjørdist møguligt at leiga ein part av vakstrarhúsinum og geva starvsfólkunum á grøna økinum bestu karmarnar at virka undir samstundis sum børn og ung eisini sleppa at gerast partur av verkætlanini, saman við gartnaranum.

Tankin er, at børn og ung koma at dyrka grønmeti og frukt í vakstrarhúsinum til egna nýtslu á stovnum, í frítíðarskúlanum og virkishúsinum. Hesa spennandi verkætlanina fáa leiðararnir á stovnunum í kommununi møguleika fyri at vera við at menna og stýra saman við gartnaranum. Hetta er samstundis ein góður møguleiki at læra børn og ung um týdningin av og at kveikja teirra áhuga fyri landbrúki, framleiðlsu og burðardygd, hvar matur kemur frá og um matspill. Somuleiðis er stórt øki vestanfyri vakstrarhúsið har møguligt er at velta eplir og annað sum kann veltast uttandurða.

Alt í alt, so er hetta ein sera burðardygg verkætlan ið samsvarar ógvuliga væl við samtíðina, har vit sum kommuna gera okkara íkast at styrkja um egna framleiðslu av matvørum og plantum í Føroyum, við at birta undir ein neista hjá okkara ungu borgarum og vísa á møguleikar sum liggja í landbúnaðar- og framleiðsluvinnuni. Møguleikarnir við so góðum kørmum eru mestsum óendaligir, og kann man síggja fyri sær fleiri nýggj samstørv við uttanfyristandandi partar um menningarmøguleikar og  nýskapan á økinum í framtíðini, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder