Lýsing

Vága Floghavn søkir fólk innan reingerð og matgerð

Vága Floghavn søkir eftir starvsfólki til fast starv innan reingerð og matgerð at byrja skjótast gjørligt.

2024-06-18 08:01 Author image
-
placeholder

Talan er um eitt kombinerað starv, har tú sum útgangsstøði kemur at arbeiða innan vask og reingerð, men eisini kemur at virka sum avloysari í starvsfólkakantinuni hjá Vága Floghavn.

Reingerð:

Tú verður partur av fasta toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í hølum og bygningum á flogvøllinum. Arbeitt verður sambært eini vaskiskipan.

 

 

Matgerð og kantina:

Tú kemur at virka sum fastur avloysari hjá kantinufólki okkara í sambandi við feriur o.l.

Herumframt kemur tú at hjálpa til við ymsum kantinuuppgávum eftir tørvi.

Arbeiðstíðir:

Talan er um fast starv við eini meðal arbeiðstíð á 40 tímar vikuliga.

Vanliga arbeiðstíðin er 8 tímar um dagin, mánadag til fríggjadag. Í reingerð verður arbeitt sambært eini vaktarskipan og liggja hesar ímillum kl. 8 og 20 við møguleika fyri flextíð. Tó kann onkuntíð gerast neyðugt at arbeiða uttanfyri hesar tíðir.

Í matgerð og kantinu eru arbeiðstíðirnar vanliga kl. 8 til 14 gerandisdagar.

Væntanir:

Vit vænta, at tú hevur ávísar starvsroyndir innan reingerð og/ella matgerð. Vit vænta eisini, at tú ert fleksibul og kanst tillaga teg skiftandi arbeiðstíðir, eins og ímillum starvsøkini bæði.

Setanartreytir:

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um mánaðarlønt starvsfólk.

Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir.  

Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan.

Umsókn:

Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 28. juni 2024.

Umsóknir skulu sendast umvegis starvsportalin www.alfred.fo.

Vit tilskila okkum rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, á telefon 784440 ella við at senda ein teldupost til [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder