Lýsing

Vága Floghavn søkir eftir starvsfólki til Kunningardiskin

Vága Floghavn søkir eftir einum starvsfólki til Kunningardiskin í farstøðini á flogvøllinum at byrja skjótast til ber. Arbeiðsøkið er í høvuðsheitum innan kunning og sølu, men talan kann somuleiðis verða um aðrar uppgávur.

2022-08-18 07:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv, sum m.a. fevnir um at veita viðskiftafólki kunning um ymisk viðurskifti í sambandi við til dømis flogferðsluna, parkering, útgjalding av tax-free peningi, busssamband og hýruvognar.


Eisini er handil í Kunningardiskinum, har tú tekur tær av vørusøluni, og ert við til at halda handilin ruddiligan og innbjóðandi.


Týdningarmiklasta uppgávan hjá starvsfólkum á Kunningardiskinum er at veita eina góða tænastu og geva viðskiftafólkunum eina góða uppliving.


Tú verður partur av góða starvsfólkatoyminum hjá Vága Floghavn.


Vit vænta av tær:

At tú dugir at samskifta á føroyskum og enskum.

At tær dámar at veita eina góða tænastu.

At tú dugir at brúka teldu og dugir at leita eftir upplýsingum á internetinum.

At tú ert áhugað/-ur í at læra og brúka ymiskar telduskipanir.

At tú ert smidlig/-ur í sambandi við arbeiðstíðir.


Arbeiðstíðir:

Talan er um arbeiði umleið ¾-tíð og arbeitt verður allar dagar í viku. Dagurin er í stóran mun lagaður eftir flogferðsluni og kunnu arbeiðsdagarnir tí gerast langir. Hinvegin gevur hetta eisini lutfalsliga nógvar frídagar.


Arbeitt verður umleið triðja hvørt vikuskifti. Tá arbeitt verður í vikuskiftinum, fella frídagar vanligar gerandisdagar.


Royndartíð:

Starvið verður sett við royndartíð á 3 mánaðir.

 

Setanartreytir:

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.


Serligar treytir:

Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at tú hevur reina revsiváttan.


Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. august 2022, kl. 12.00.


Umsókn:

Umsókn, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:


Vága Floghavn

Flogvøllurin 6

FO-380  Sørvágur

ella t-post: [email protected]


Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.


Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Kristian Mikkelsen, leiðara, á telefon 784495, ella við at senda ein teldupost til [email protected].

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder