
Vága Floghavn søkir eftir fýra starvsfólkum til trygdareftirlitið og sløkkiliðið. Talan er um eitt fast starv og trý avloysarastørv í tíðarskeiðnum 1. mai til 30. september 2022.
Starvsfólkini kunnu eisini fáa álagdar aðrar uppgávur.
Trygdareftirlitsarbeiði
Tú verður partur partur av toyminum, sum hevur um hendi trygdareftirlitið (security) á flogvøllinum. Uppgávan hjá toyminum er at síggja til, at trygdin við flogferðsluni er í lagi, her undir screening av ferðafólki og viðføri. Serlig útbúgving og trygdargóðkenning krevst til at arbeiða í trygdareftirlitinum. Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri útbúgvingina.
Vit vænta, at tú ert íðin, smidlig/-ur og tænastusinnað/-ur, klárar teg á føroyskum, donskum og enskum og hevur KT-førleika á brúkarastigi.
Sløkkiliðiðsarbeiði
Tú verður eisini partur av toyminum, sum mannar sløkkilið á flogvøllinum, eins og arbeiðsuppgávurnar eisini fevna um t.d. viðlíkahaldsarbeiði og aðrar vanligar flogvallaruppgávur.
Umsøkjarar skulu hava stóra koyrikortið til lastbil/trailara, og skulu vera kropsliga væl fyri. Tað er ikki krav at hava sløkkiliðsútbúgving frammanundan, tí Vága Floghavn fyriskipar og rindar fyri neyðuga útbúgving innan flogvallarsløkkiliðsuppgávur.
Arbeiðstíðir
Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Arbeiðstíðir eru allar dagar í viku, og dagurin er í stóran mun lagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 6:00 og 21:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir, um flúgvingin ger tað neyðugt - serliga í sambandi við summarflúgving og høgtíðir. Frídagar eru bæði vanligar gerandisdagar og í vikuskiftum.
Setanartreytir
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Serligar treytir
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi fær kravda trygdargóðkenning frá myndugleikunum, og hevur reina revsiváttan.
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. mars 2022 kl. 12.00.
Umsókn
Umsókn, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:
Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
FO-380 Sørvágur
ella t-post: [email protected]
Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara, ella Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðara, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til [email protected].
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald