Til tess at tálma tí risa trupulleika, sum landsstýrismaðurin sjálvur hevur skapt, við at geva ferðafólki ein lógartryggjaðan rætt til at ganga allastaðni, skal eitt stórt bureaukratiskt apparat setast í verk. Kommunurnar skulu gera kostnaðarmiklar gøtuskipanir og nakrar sokallaðar ferðavinnuætlanir. Men hesar ætlanir hava í veruleikanum als onki virði, tí landsstýrismaðurin hevur samstundis tryggjað sær heimild til at seta ferðavinnuætlaninar úr gildi, um tær ikki passa honum. Sokallaði ferðavinnuskatturin, ballaður inn í eitt so mikið fínt heiti sum náttúruverndargjald, fer at geva 20 milliónir um árið. Tá hugsað verður um, at 500 m av eini gøtu á sløttum kostar uml 1. mió at gera, sigur tað seg sjálvt, at risastórar útreiðslur á henda hátt verða lagdar á kommunurnar.
Tey einastu, sum fáa nakað burturúr uppskotinum hjá landsstýrinum eru hotelvinnan og matstovuvinnan, tær stóru flutningsfyritøkurnar og útlendskar ferðaskrivstovur.
Sum frálíður verður slitið á náttúruna ovurstórt, heiðafuglurin hvørvur, eins og tann siðbundna nýtslan av jørðini verður gjørd ómøgulig. Harvið er landsstýrið í holt við at avtaka alla ta føroysku mentan, sum hevur við jørðina at gera, til frama fyri føroyskan og útlendskan stórkapital.
Higartil hava fleiri smáir aktørar bjóðað ymisk ferðavinnutilboð kring landið, í góðum samstarvi við tey, sum varða av jørðini. Við nøkrum tillagingum eru viðurskiftini eftirhondini vorðin skipað á nøktandi hátt, og fleiri nýggj arbeiðspláss eru skapt á smáplássunum og hjá føroyskum ferðaleiðarum. Men nú skulu allir hesir vinniligu spírar smildrast sundur, til frama fyri teir stóru aktørarnar sum sita á hotel- og flutningsvinnuni, eins og til frama fyri tær útlendsku ferðaskrivstovurnar, sum senda ferðafólkini hendavegin.
Lógaruppskotið ger somuleiðis stór inntriv í tann partin av rakstrinum av høgunum, sum onki hevur við ferðavinnu at gera. Tí allar reglur í jarðarlóggávuni, sum gera tað møguligt hjá høgum at liggja uttan hegn, og kortini halda skil á seyðinum hjá hvørjumøðrum, verða settar úr gildi. Hetta er fulkomuliga høpisleyst, og fer bæði at føra til nógvar ósemjur, eins og at allir hagar mugu hegnast av. Tíverri er ilt at sleppa undan einum varhuga um, at hetta er gjørt tilvitað, júst fyri at skapa enn fleiri trupulleikar fyri ta siðbundnu mentanina í sambandi við føroyskt seyðahald.
Avtøkan av tí siðbundnu føroysku jarðarmentanini gerst enn meira sjónlig í revsiásetingunum í lógaruppskotinum, ið so gott sum allar eru vendar ímóti teimum, sum hiðartil hava røkt hagarnar. Lógaruppskotið kriminaliserar nevniliga øll, sum á minsta hátt kunnu ákærast fyri at virka ímóti hópferðavinnuni. Ikki er torført at hugsa sær okkurt erkvisið ferðafólk, sum fer at gera sær dælt av hesum møguleikunum, sum lóggávan hevur givið teimum upp í hendi. Tí nú verður tað t.d. eisini kriminelt, um tey ið varða av jørðini royna at forða fyri, at gongufólk órógva heiðafugl, seyð í lembingartíðini ella royna at forða ferðafólki í at ganga seg í óføri. Hetta skal í staðin gerðast í kunngerðun, siga lógarsmiðirnir.
Føroyingar hava kunnað gingið hagatúrar sum teimum lysti, við tí pragmatisku umsitingini av verandi jarðarlóggávu, sum hevur verið brúkt higartil. Stríðið um gongd í haga hevur tí onki at gera við føroyingar, men einans snúð seg um at skipa gongd í haga hjá útlendskum ferðafólkum. Við lógaruppskotinum hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum avgjørt, at útlendsk ferðafólk skulu sleppa at ganga allastaðni fyri 150 kr. Tær 20 mió. sum hesin ferðavinnuskatturin væntast at geva, er sjálvsagt munandi minni enn avkastið hevði verið, um tann núverandi ferðavinnan kring landið fekk arbeiðsfrið og slapp at menna seg.
Loysnin, sum Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava víst á, er einføld: Føroyingar ganga í haganum eftir tí pragmatisku umsitingini av verandi lóggávu, sum higartil hevur virkað fínt. Útlendsk ferðafólk kunnu ganga frítt eftir útvaldum bygdagøtum. Vilja tey útum tær, kunnu tey velja ein gongutúr, sum er fyriskipaður av jørðini ella øðrum veitara.
Føroya Óðalsfelag
Bóndafelag Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald