Vinna

Væleydnað ph.d.-verja hjá Marnari

Seinnapartin stóð Marnar Fríðheim Kristiansen sina ph.d.-verju um krabbameinsepidemiologi í Føroyum

Nýggi ph.d.-arin millum sínar vegleiðarar eftir strævnu verjuna í Kongshøll (Foto: Brynhild Thomsen)

Nýggi ph.d.-arin millum sínar vegleiðarar eftir strævnu verjuna í Kongshøll (Foto: Brynhild Thomsen)

2022-09-10 09:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Setur..fo:

- Um tú kundi sett títt dreymatoymi til at arbeiða víðari við tínum týdningarmikla arbeiði, hvør skuldi so sitið í tí?

Hetta var seinasti spurningurin frá andmælingunum seinnapartin, sum annars beinhart høvdu tráðspurt Marnar Fríðheim Kristiansen um granskingina, sum liggur til grundar undir ph.d.-ritgerðini, sum nú skuldi dømast.

Granskingin hjá Marnari vísir, at hóast vit hava færri krabbameinstilburðir í Føroyum enn í hinum Norðurlondunum, so doyggja kortini ikki færri av krabbameini her enn í grannalondunum.

At hetta er eitt mál, sum verður ella eigur at verða tikið í álvara, varð kanska staðfest av teimum mongu royndu læknunum og starvsfólki annars í heilsuverkinum, sum vóru komin í Kongshøll í dag.

Hesin seinasti spurningurin, sum Liesbeth Van Eycken, Dr. og leiðari fyri Krabbameinsskrásetingini í Belgina, setti, var kanska kann einasti av mongum, sum fingu eitt vet av fjáltri á Marnar: Um hann sat fyri borðendan og kundi valt av ovastu hill, hvørji hevði hann so biðið til sítt "dreymatoymi?".

Beint frammanundan, men eftir mangar borandi og kritiskar spurningar, hevði hon sagt, at Marnar átti at fingið góða fígging til at hildið fram við sínum góða gerningi. Men nú hon spurdi um, hvørji fakfólk hann hevði viljað havt í sítt dreymatoymi, fóru eyguni at flákra eitt sindur.

- Eg havi fingið góða hjálp frá lesandi, sum eg vóni vilja halda fram á hesi leiðini, svaraði hann.

Og so var leyst og liðugt. Marnar Fríðheim Kristiansen hevur nú staðið sína ph.d.

Hjartaliga til lukku! 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder