Vinna

Uttanríkis- og verjupolitiskt kvøld í Perluni

Sambandsflokkurin á Fólkatingi skipaði í gjár fyri tiltaki í Perluni í Havn í samband við nýtt upprit um uttanríkis- og verjupolitiskar avbjóðingar og loysnir.

2022-05-03 17:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Tíðindaskriv:

 Edmund Joensen, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin, bjóðaði vælkomin og gav síðani orðið til løgmann, Bárður á Steig Nielsen, ið greiddi frá um uttanríkis- og verjupolitikk í Føroyum í dag.


Síðani var framløga av uppritinum ”Føroyar á geopolitiska heimskortið – uttanríkis- og verjupolitiskar avbjóðingar og loysnir” við Annu Falkenberg og Jógvan Jalli í Dímun frá skrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, og eftir ein lítlan steðg var pallborðsfundur, har Bárður á Steig Nielsen, Sjúrður Skaale, Hervør Pálsdóttir og Bjarni K. Petersen luttóku. John Johannessen var orðstýrari.


Eitt sera væleydnað kvøld við góðum kjaki og nógvum fólki til staðar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder