2022-04-07 22:41
So er tíðin endiliga komin til at nýggjur graslíkisvøllur skal leggjast á í Sandavági
Men fyrst skal tann gamli vøllurin takast av, og vit í 07 Vestur hava játta Vága Kommunu at hjálpa við tí uppgávuni.
Maskinurnar koma uppá pláss longu í morgin (fríggjadagin!) um middagsleitið, og síðani byrja vit seinnapartin og halda áfram leygardagin inntil tað er liđugt.
Tískil vilja vit heita á allar góðar kreftir um at koma oman á Valloyruna at hjálpa til fríggjadagin frá kl 15 og úteftir og leygardagin frá kl 9 og úteftir.
Vit hava brúk fyri NÓGVUM fólkum og ØLL eru vælkomin at hjálpa til!
Vinarliga,
Starvsnevndin í 07 Vestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald