f
Íslendski filmurin 'Lamb' (Dýrið) er ein surrealistisk frásøgn um Maríu og Ingvar, sum búgva á einum fjarskotnum garði í Íslandi, har tey hava seyðahald. María og Ingvar eru barnleys, men verða brádliga noydd at taka sær av einum smálambi. Svenski sjónleikarin Noomi Rapace, sum fleiri kenna frá filminum 'Mænd der hader kvinder', spælir María.
‘Lamb’ er fyrsti filmurin hjá íslendska leikstjóranum Valdimari Jóhannsson, sum saman við íslendska yrkjaranum Sjón, somuleiðis hevur skrivað handritið.
Filmurin verður sýndur 23. september kl. 10.
Klokkan 16 sama dag verður konsert við Ólavi Højgaard, Niels Olsen og Holgari Jacobsen í forhøllin. Ólav og Niels kenna vit frá Vestmonnum, og Holgar kenna við frá bólkinum Tinganes úr Sørvági.
Bæði tiltøkini eru ókeypis.
Um útnorðurdagin
Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags «Útnorðurdag» á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur. Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald