Vinna

Útlendskur seglbátur misti mastrina suður úr Borðuni

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Lív.

Mynd: Kim Clementsen

Mynd: Kim Clementsen

2022-07-11 08:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 21:30 í gjár fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein útlendskur seglbátur hevði mist mastrina suður úr Borðini. Selgbáturin skuldi sigla síðsta strekkið til Havnar við motorkraft, men fekk maskinskaða.

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Lív, sum var hjá bátinum klokkan 22:27, sum var staddur 2. fj. sunnan fyri Borðina. Lív sleipaði bátin á Havnina, og kom har klokkan 00:40 í nátt.

MRCC sigur, at tað var ongantíð vandi á ferð og manningin hevur tað gott.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder