Gistinæturnar vóru góðar 200 færri í september samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í september vóru sløk 90% av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað er á leið sama býti sum í september í fjør.
Tá koronufarsóttin herjaði, vóru ferðafólkini færri, og føroyingar høvdu størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum.
Í september áttu danir 36% av gistináttunum, og talið av gistináttunum hjá fólkum úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum er komið upp á 48%. Føroyingar áttu 16% av gistináttunum.
Færri føroyingar og danir gistu á føroysku gistingarhúsunum í september borið saman við í fjør. Hinvegin vóru stívliga 30% fleiri útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark.
Persónsgistinætur á gistingarhúsum
bústaðarland sep 2021 – sep 2022
september | munur | |||
---|---|---|---|---|
2021 | 2022 | tal | % | |
Tilsamans | 20.604 | 20.365 | -239 | -1 |
Føroyar | 4.270 | 3.295 | -975 | -23 |
Danmark | 8.914 | 7.331 | -1.583 | -18 |
Onnur lond | 7.420 | 9.739 | 2.319 | 31 |
Fleiri innskrivingar
Innskrivingarnar vóru stívliga 8.200 í september. Tað er 4% fleiri enn í september í fjør. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Innskrivingar á gistingarhúsum
bústaðarland sep 2021 – sep 2022
september | munur | |||
---|---|---|---|---|
2021 | 2022 | tal | % | |
Tilsamans | 7.859 | 8.204 | 345 | 4 |
Føroyar | 2.215 | 1.904 | -311 | -14 |
Danmark | 2.956 | 2.382 | -574 | -19 |
Onnur lond | 2.688 | 3.918 | 1.230 | 46 |
Meira enn helmingurin av kømrunum brúkt
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 57% av kømrunum vórðu brúkt í september. Tað er á leið á sama stigi sum í september í fjør, tá 62% av kømrunum vóru brúkt.
40% fleiri gistingar og innskrivingar higartil í ár
Verður hugt at tølunum higartil í ár, sæst at gistingarnar eru 40% fleiri og innskrivingarnar eru 37% fleiri í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Gistingar á gistingarhúsum
Januar – september 2021/2022
januar – september | munur | |||
---|---|---|---|---|
2021 | 2022 | tal | % | |
Tilsamans | 197.462 | 274.891 | 77.429 | 39,2 |
Persónsgistinætur | 140.201 | 196.345 | 56.144 | 40,0 |
Innskrivingar | 57.261 | 78.546 | 21.285 | 37,2 |