Vinna

Útlánsvøksturin lægri enn í fjør

Í juli 2022 var útlánsvøksturin 2,3% hjá føroysku bankunum og 3,3% tá ið útlán frá donskum fíggjarstovnum  verða tald uppí. Útlánsvøksturin er sostatt væl lægri, enn hann var í fjør; í juli 2021 var útlánsvøksturin 5,5% hjá føroysku bankunum, meðan hann var 8,6% í juli 2021 tá donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir uppí.

2022-10-11 11:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Útlánini hjá føroysku bankunum vóru nærum 16,9 mia. kr. tilsamans í juli 2022 til føroyskar kundar og eru í tíðarskeiðinum juli 2021 til juli 2022 økt við 485 mió. kr. Útlánini kunnu sveiggja frá mánað til mánað og útlánsvøksturin verður tí roknaður sum eitt miðaltal yvir 3 mánaðir. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum roknað sum eitt 3 mánaða miðaltal var 2,3% í juli 2022 í mun til árið fyri. Í juli fjør var útlánsvøksturin til samanbering 5,5% hjá føroysku bankunum. 

Í juli 2022 stavaði stórur partur av útlánsvøkstrinum hjá føroysku bankunum frá øktari lánveiting til kommunurnar. Útlánini til kommunurnar eru økt við umleið 115 mió. kr. í juli 2022 í mun til juli í fjør og skuldin hjá kommununum var tilsamans 1,3 mia. kr. í juli 2022 í føroysku bankunum. Ein partur av vøkstrinum í útlánum hjá føroysku bankunum stavar eisini frá øktum útlánum til privatu vinnuna. Føroysku bankarnir hava veitt vinnuni lán fyri 220 mió. kr. meira í juli 2022 samanborið við juli í fjør. Ímeðan privata vinnan hevur lænt 400 mió. kr. meira í hesum tíðarskeiði, hava almennu fyritøkurnar minkað um sína skuld við 180 mió. kr. í sama tíðarskeiði.

Í sama tíðarskeiði hava føroysku húsarhaldini økt um lántøkuna við 240 mió. kr. í føroysku bankunum. Føroysk húsarhald fáa harumframt fígging til sethús frá donskum realkredittstovnum. Skuldin hjá føroyingum var tilsamans 4 mia. kr. í donskum realkredittstovnum í juli 2022. Harumframt hevur privata vinnan, og í lítlan mun húsarhaldini, skuld í donskum peningastovnum.

Verða øll útlánini til føroyskar kundar løgd saman, tað vil siga frá føroysku bankunum og frá donsku peninga- og realkredittstovnunum tilsamans, var samlaði útlánsvøksturin 3,3% í juli 2022. Hjá føroysku bankunum eina, var hann 2,3% í juli 2022. Útlánsvøksturin er sostatt væl lægri, enn hann var í fjør; í juli 2021 var útlánsvøksturin 5,5% hjá føroysku bankunum, meðan hann var 8,6% í juli 2021 tá donsku peninga- og realkredittstovnarnir verða taldir uppí.

Mynd 1 Útlánsvøkstur

Kelda Landsbanki Føroya. Viðm.: Ársvøkstur í útlánum frá førosykum og donskum peninga- og realkredittstovnum til føroyskar kundar, mðr glíðandi miðal. Millumbanka útlán eru ikki íroknaði

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 2. ársfjórðingi 2022 her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder