Vinna

Útlánsvøksturin eitt vet hægri, enn við árslok

Samlaðu útlánini øktust við 1,1 mia. kr. ella við 5,4% í apríl 2022 í mun til apríl í fjør. Føroysku bankarnir hava økt útlánini við 500 mió. kr. í hesum tíðarskeiði, men um 600 mió. kr. stava frá øktum útlánum frá donskum realkredittstovnum. Verður einans hugt at føroysku peningastovnunum, var vøksturin í útlánunum 3% í sama tíðarskeiði. Vøksturin í útlánunum var í apríl mánað 2022 eitt vet størri, enn við árslok tá hann var 2,7%.

2022-06-30 14:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Føroysku bankarnir høvdu útlán fyri tilsamans 16,7 mia. kr. í apríl 2022 til føroyskar kundar. Í apríl í fjør vóru útlánini 16,2 mia. kr., og tey eru tí økt við 3% ella 500 mió. kr. Vøksturin í útlánunum er eitt vet hægri, enn við endan av fjórða ársfjórðingi 2021, tá tey øktust við 2,7% í mun árið fyri. Føroysku bankarnir hava økt útlánini við 150 mió. kr. til tað almenna, 170 mió. kr. til vinnuna, og 170 mió. kr. til húsarhaldini í apríl 2022 í mun til apríl í fjør.

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum eru í sama tíðarskeiði økt við 600 mió. kr.; frá 3,4 mia. kr. í apríl 2021 til 4 mia. kr. í apríl 2022, sum er ein vøkstur á 17,5%. Meginparturin av útlánunum hjá donsku realkredittstovnunum er sethúsafígging til føroysk húsarhald.

Samanlagt eru útlánini til føroyingar økt við 1,1 mia. kr. frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum í hesum tíðarskeiði. Útlánini vóru 21,5 mia. kr. tilsamans og samlaði vøksturin í útlánunum frá føroyskum og donskum fíggjarstovnum tilsamans var um 5,4% í apríl 2022. 

Serliga er eftirspurningurin hjá vinnuni og kommununum eftir fígging orsøk til vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum, meðan eftirspurningurin hjá føroyskum húsarhaldum eftir sethúsafígging úr donskum realkredittstovnum er við til at hála samlaða útlánsvøksturin upp í apríl 2022.  

Mynd 1 Útlánsvøkstur

Kelda: Landsbanki Føroya. Viðm.: Ársvøkstur í útlánum frá førosykum og donskum peningar- og realkreditstovnum til føroyskar kundar, 3 mðr. glíðandi miðal. Millumbanka útlán eru ikki íroknaði.

Les meir í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið í 1. ársfjórðingi 2022 her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder