Tíðindaskriv
Í skjótt 50 ár hava føroysk frímerkir spælt ein týðandi leiklut í at spjaða føroyska mentan, list og náttúru til savnarar og áhugað kring heimin. Føroysk frímerkir eru kend fyri at boða frá nýhugsan, og ongantíð áður eru kryptofrímerkir útgivin í Norðurlondum.
Krypto og list er eitt forkunnugt og ókeypis tiltak, sum bæði hugkveikir og kunnar um mentan, list og um hesa serstøku fyrstuútgávuna frá Frímerkjadeildini á Posta.
Hvat eru kryptofrímerkir? Hvussu kann list gerast talgild, og hvussu kemur føroysk mentan til sjóndar gjøgnum eitt nú nýggjastu útgávuna hjá Posta? Hetta og mangt annað verður á skránni, tá ið listakvinna og arkitektur, Laila Mote, Heiðrik á Heygum umframt Frímerkjadeildin leggja fram.
Heiðrik á Heygum og Guðrið Hansdóttir framføra.
Tiltakið byrjar kl. 17.00. Sí meira á vanganum hjá Posta á sosialum miðlum.
Høvi verður at fáa sær okkurt gott og leskiligt til góman.
Avmarkað pláss er til tilkakið.
Vit gleða okkum at síggja teg.
Posta
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald