Vinna

Útflutningurin til Russlands minkaði í mars

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,4 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2021 til mars 2022 samanborið við undanfarna skeið. Tað er met. Útflutningurin til Russlands minkaði í mars, men hinvegin hevur útflutningurin til Evropa ongantíð verið hægri ein ávísan mánað.

2022-05-06 09:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeiðið samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Meira var útflutt av øllum týðandi fiskasløgum.

Útflutningur av laksi vaks við slakari hálvaaðru milliard krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 45%. Nøgdin er hækkað nærum 19 túsund tons ella sløk 30% hetta tíðarskeiðið.

Næststørsti vøkstur er makrelur. Útflutningurin av makreli vaks 451 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 65%. Í nøgd vaks útflutningurin av makreli 60%.

Útflutningurin av toski vaks 248 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 32%. Nøgdin vaks 15%.

Vøruútflutningur í virði skiftur á høvuðsvørubólkar

12 mánaðarskeið 2020/21 og 2021/22



apríl – marsmunur

2020-212021-22mió. kr.%





Tilsamans8.02710.7112.68433
Fiskavøruútflutningur7.4839.9312.44833
Toskur7661.01424832
Upsi247258114
Hýsa1512095838
Makrelur6951.14645165
Sild65476711317
Svartkjaftur16593-72-44
Svartkalvi9061-29-32
Laksur3.3584.8541.49545
Slógv og fiskaúrdráttir179165-14-8
Annar fiskur1.1761.36318716
Aðrar vørur44255911727
Skip og flogfør103222119115






Talvan niðanfyri vísir útflutningin í nøgd frá apríl 2021 til mars 2022 samanborið við undanfarna skeið.

Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á høvuðssløg

12 mánaðarskeið 2020/21 og 2021/22



apríl – marsmunur

2020-212021-22tons%





Tilsamans485.893529.16843.2759
Toskur18.90121.7142.81415
Upsi10.4649.266-1.198-11
Hýsa6.7457.54479912
Makrelur69.418111.36641.94860
Sild108.06597.130-10.935-10
Svartkjaftur54.20927.546-26.663-49
Svartkalvi3.0961.969-1.128-36
Laksur64.46583.05918.59429
Slógv og fiskaúrdráttir66.73760.526-6.211-9
Annar fiskur83.794109.04825.25430






Útflutningurin til Russlands minkaði í mars — til Evropa hevur hann ongantíð verið hægri

Útflutningurin til Russlands minkaði í mars. Útflutningurin í mars var 74 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin 217 milliónir krónur.

Hinvegin vaks útflutningurin til Evropa (uttan Russland) munandi. Útflutningurin til Evropa hevur ongantíð verið hægri ein einstakan mánað. Útflutningurin til Evropa var 740 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin til Evropa 445 milliónir krónur.

Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Mánaðarligur útflutningurRussland og EvropaRusslandEvropa (uttan Russland)AfrikaAmerikaAsia, Osiania oo.Jan '13Jul '13Jan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '2220002010202005001.00074,1739,5

Útflutningurin til Russlands hevur seinastu árini verið nøkulunda javnt býttur millum alifisk og uppsjóvarfisk, men í mars var eingin útflutningur av alifiski til Russlands.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.LaksurÚtflutningur til RusslandsAlifiskurMakrel, Sild og SvartkjafturAnnar fiskurAðrar vørurSkip og flogførJan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '2220002010202001002000,0 mió. kr.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp, men er minkaður nógv samanborið við marsmánaðirnar seinastu árini. Í mars var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 17 milliónir krónur. Í mars í fjør var útflutningurin 46 milliónir krónur.

Sum sæst á myndini niðanfyri sveiggjar útflutningurin av uppisjóvarfiski væl meira enn útflutningurin av alifiski og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Makrelur, sild og svartkjafturÚtflutningur til RusslandsAlifiskurMakrel, Sild og SvartkjafturAnnar fiskurAðrar vørurSkip og flogførJan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '22200020102020010020030017,3 mió. kr.

Útflutningurin av øðrum fiski, sum m.a. fevnir um ídnaðarfisk, herundir lodnu, var 36,5 milliónir krónur í mars. Í mars í fjør var útflutningurin av øðrum fiski 80,9 milliónir krónur. Í mars í 2020 var útflutningurin av øðrum fiski 0,3 milliónir krónur.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Annar fiskurÚtflutningur til RusslandsAlifiskurMakrel, Sild og SvartkjafturAnnar fiskurAðrar vørurSkip og flogførJan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '2220002010202005010036,5 mió. kr.

Vørubólkurin "aðrar vørur" fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í mars var útflutt 20,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Í fjør var útflutningurin av øðrum vørum 28,1 milliónir krónur.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Aðrar vørurÚtflutningur til RusslandsAlifiskurMakrel, Sild og SvartkjafturAnnar fiskurAðrar vørurSkip og flogførJan '14Jul '14Jan '15Jul '15Jan '16Jul '16Jan '17Jul '17Jan '18Jul '18Jan '19Jul '19Jan '20Jul '20Jan '21Jul '21Jan '22200020102020025507520,4 mió. kr.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder