Vinna

Útflutningurin mars 2023

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,8 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið.

2023-05-16 14:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Virðið vaks fyri øll fiskasløg uttan sild, meðan nøgdin samlað minkaði 5%.

Útflutningur av laksi vaks við 712 milliónum krónum ella 15 prosent. Men nøgdin minkaði góð 11 túsund tons ella 14 prosent.

Næststørsti vøkstur er 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 690 milliónir krónur, ella 48 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 19 prosent.

Útflutningurin av makreli vaks 152 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 13 prosent. Nøgdin minkaði 7 prosent. 

Prísurin á toski og upsa heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið tann sami síðani summarið 2022.

Vøruútflutningur í virði skiftur á høvuðsvørubólkar

12 mánaðarskeið 2021/22 og 2022/23



apríl – marsmunur

2021-222022-23mió. kr.%





Tilsamans10.79812.9172.11920
Fiskavøruútflutningur10.01511.8221.80718
Toskur1.0141.041273
Upsi2583418232
Hýsa2092554622
Makrelur1.1441.29515213
Sild767562-205-27
Svartkjaftur931465357
Svartkalvi611054472
Laksur4.8555.56771215
Slógv og fiskaúrdráttir165370205124
Annar fiskur1.4482.13869048
Aðrar vørur56183227048
Skip og flogfør2222634119






Talvan niðanfyri vísir útflutningin í nøgd frá apríl 2022 til mars 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á høvuðssløg

12 mánaðarskeið 2021/22 og 2022/23



apríl – marsmunur

2021-222022-23tons%





Tilsamans542.234515.913-26.321-5
Toskur21.71418.957-2.757-13
Upsi9.2668.973-293-3
Hýsa7.5448.7851.24116
Makrelur110.954103.310-7.643-7
Sild97.13063.155-33.976-35
Svartkjaftur27.54645.69918.15366
Svartkalvi1.9692.62665833
Laksur83.05971.760-11.299-14
Slógv og fiskaúrdráttir60.50446.958-13.546-22
Annar fiskur122.547145.69023.14319






Útflutningurin til Russlands

Útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. Tó er útflutningsvirðið nú á sama støði sum áðrenn februar 2022.


Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í mars var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 144,9 milliónir krónur. Hetta er nakað hægri enn mars mánaðir undanfarin ár.

Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 



Vørubólkurin 'aðrar vørur' fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í mars var útflutt fyri 26,9 milliónir krónur av øðrum vørum. Hetta er vanligt fyri februar mánað.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder