Vinna

Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli minkaður 908 milliónir krónur

Samlað varð útflutt fyri 12,5 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá desember 2023 til november 2024. Tað er 301 millión krónur minni enn undanfarna skeið.

2025-01-16 09:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Útflutningurin fyri november er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið desember í 2023 til november í 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 319 milliónir krónur, ella nærum 3 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksur, toskur og makrelur, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 693 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Laksaútflutningurin er

 størri enn 6 milliardir krónur í tíðarskeiðnum desember 2023 til november 2024.  Virðið er vaksið 13 prosent, og nøgdin er vaksin 24,5 prosent.

Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



desember – novembermunur

2022-232023-24mió. kr.%





Tilsamans12.773,712.472,5-301,2-2,4
Fiskavøruútflutningur11.952,711.633,5-319,2-2,7
00900 - Laksur5.334,76.028,1693,413,0
01200 - Svartkjaftur109,9107,5-2,4-2,2
01300 - Toskur944,91.019,574,57,9
01500 - Hýsa207,0158,4-48,7-23,5
02100 - Upsi285,0285,30,30,1
03600 - Sild619,9623,94,00,6
03800 - Makrelur1.101,81.195,293,48,5
04001 - Lodna209,721,1-188,7-90,0
08600 - Onnur nýtsla, ikki mannaføði413,9321,9-91,9-22,2
08601 - Fóður607,8620,512,72,1
09700 - Fiskamjøl885,2502,8-382,4-43,2
09800 - Lýsi562,537,0-525,4-93,4
Annar fiskur670,3712,342,06,3
Ikki fiskur821,0839,018,02,2







Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



desember – novembermunur

2022-232023-24tons%





Tilsamans703.846,8628.229,3-75.617,5-10,7
Fiskavøruútflutningur624.680,9553.085,0-71.596,0-11,5
00900 - Laksur73.857,791.971,818.114,224,5
01200 - Svartkjaftur37.319,249.734,012.414,933,3
01300 - Toskur18.361,018.851,8490,72,7
01500 - Hýsa8.315,26.506,6-1.808,7-21,8
02100 - Upsi7.297,810.593,13.295,345,2
03600 - Sild74.342,062.631,0-11.711,0-15,8
03800 - Makrelur99.880,077.559,7-22.320,3-22,3
04001 - Lodna24.736,13.075,4-21.660,6-87,6
08600 - Onnur nýtsla, ikki mannaføði129.541,9122.529,7-7.012,2-5,4
08601 - Fóður37.495,440.137,02.641,67,0
09700 - Fiskamjøl66.165,940.490,0-25.675,9-38,8
09800 - Lýsi21.348,61.451,9-19.896,8-93,2
Annar fiskur26.020,227.553,01.532,85,9
Ikki fiskur79.165,875.144,4-4.021,5-5,1






Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsta minking er í útflutningi til Evropa uttanfyri ES. Útflutningurin til ES liggur nærum óbroyttur á 5,6 milliardum krónum. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður við góðum 100 milliónum krónum, meðan útflutningurin til Asia er vaksin við 170 milliónum krónum, ella 23,8 prosentum.

Útflutningur av fiskavørum skiftur á landaøki

12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24



desember – novembermunur

2022-232023-24mió. kr.%





Tilsamans11.952,711.633,5-319,2-2,7
ES (27_2020)5.574,85.615,440,60,7
Evropa annars3.586,03.271,6-314,3-8,8
Norðurafrika124,094,6-29,4-23,7
Afrika annars150,665,5-85,1-56,5
Norðuramerika1.771,21.670,7-100,5-5,7
Miðamerika og Karibia0,10,0-0,1-100,0
Suðuramerika0,00,00,0-
Miðeystur31,030,5-0,5-1,6
Asia annars715,0885,1170,023,8
Avstralia og Nýsæland0,00,00,0-
Oseania og Póløkini annars0,00,00,0-
Ógreinað og ókent0,00,00,0-






Seinastu árini er útflutningurin til ES og USA nógv vaksin. Í dag er útflutningurin til ES umleið tvífalt so stórur sum áðrenn 2021. Somuleiðis er útflutningurin til USA vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.

Kelda: Hagstova FøroyaÚtflutningur av fiskavørum skiftur á landaøkimió. kr.ES (27_2020)Evropa annarsAfrikaAmerikaAsia20052006200720082009201020112012201320142015201620172018201920202021202220232024200020200250500750478,2145,0




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder