Vinna

Útflutningurin av fiskamjøli og líknandi vørum nógv vaksin

Fyrra hálvár í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 5,7 milliardir krónur. Tað eru 356 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør.

2023-08-18 10:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Útflutningurin fyrra hálvár er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 6,2 milliardir krónur. Hetta eru 321 milliónir krónur meira enn fyrra hálvár í fjør. 

Størsti vøksturin sæst í bólkinum "Annar fiskur". Hesin bólkur fevnir um øll fiskasløg ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av bólkinum er mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi vaksin 520 milliónir krónur frá fyrra hálvári 2022 til fyrra hálvár 2023. Hetta svarar til umleið 48 prosent vøkstur.

Útflutningurin av makreli er vaksin nakað fyrra hálvár. Vøksturin er 60 milliónir krónur ella 17 prosent.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 156 milliónir krónur, ella 6 prosent. Nøgdin er minkað 4.782 tons, ella 15 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er laksaprísurin lækkaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er minkað 367 milliónir krónur, ella ávikavist 23 prosent, 2 prosent og 17 prosent. Við at samanbera virði og nøgd sæst, at prísurin á toski er á sama støði sum í 2022, meðan prísurin á upsa er farin upp, og prísurin á hýsu er lækkaður.

Vøruútflutningur í virði skiftur á høvuðsvørubólkar

Januar – juni 2022/2023



januar – junimunur

20222023mió. kr.%





Tilsamans5.8626.1823215
Fiskavøruútflutningur5.3365.6923567
Toskur674516-158-23
Upsi166163-3-2
Hýsa145121-24-17
Makrelur3514116017
Sild25626252
Svartkjaftur14988-60-40
Svartkalvi27421557
Laksur2.5642.408-156-6
Slógv og fiskaúrdráttir65239173265
Annar fiskur9391.44350454
Aðrar vørur309309-0-0
Skip og flogfør217182-35-16






Fiskavøruútflutningur í nøgd skiftur á høvuðssløg

Januar – juni 2022/2023



januar – junimunur

20222023tons%





Tilsamans258.813339.99581.18231
Toskur12.9529.992-2.960-23
Upsi5.1943.977-1.217-23
Hýsa4.6994.8301313
Makrelur28.87730.1951.3175
Sild32.57432.456-118-0
Svartkjaftur46.87330.906-15.967-34
Svartkalvi7281.04231443
Laksur31.89327.112-4.782-15
Slógv og fiskaúrdráttir16.38651.49435.109214
Annar fiskur78.637147.99269.35588






Útflutningurin til Russlands var 22,1 millión krónur í juni 2023. Selt var fyri 14,4 milliónir krónur av brennievni og aðrari útgerð til russisk skip, og útflutt var fyri 7,7 milliónir krónur av lodnu og makreli til Russlands.


Les eisini:

Innflutningurin á sama støði sum í 2022

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder