Ítróttur

Úrvalsítrótturin fær 1,575 milliónir krónur í 2023

Nevndin í Úrvali hevur játtað 14 umsóknum umboðandi 7 ítróttagreinar stuðul til úrvalsítrótt í 2023

2023-01-04 14:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 14 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Samanlagt er talan um stuðul til 11 einstaklingar og 3 lið.


Íðkarar og lið umboðandi 7 sambond fáa stuðul úr Úrvali í 2023. Í hesum sambandi kann nevnast, at íðkarar frá Styrkisambandi Føroya hava fingið stuðul úr Úrvali fyri fyrstu ferð.


Harumframt hava íðkarar og lið frá bogaskjóting, flogbólti, fimleiki, hondbólti, svimjing og taekwondo fingið stuðul úr Úrvali í 2023. Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur
ítróttur sum heild er í stórari menning.


- Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur nevndin í Úrval.


28 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2023, og søkt var um tilsamans 5 milliónir krónur.


Nevndin í Úrval

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder