Vinna

Úrslitið hjá Vónini var 54 milliónir í 2022

Vónin hevði aftur eitt gott ár í 2022.

2023-05-15 11:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tíðindaskriv
Gongdin hjá Vónin samtakinum í 2022 var nøktandi. Úrslitið hjá samtakinum fyri 2022 bleiv 54 mió.kr., samanborið við 52 mió.kr. í 2021. Søluframgongdin frá 2021 til 2022 var ein øking á 68 mió.kr., frá 535 mió.kr. til 603 mió.kr. Hóast sølan øktist munandi hjá samtakinum, var framgongdin í úrslitinum væl minni. Orsøkin til hesa avmarkaðu framgongd vóru øktar lønarútreiðslur, kostnaðarstigið fyri tilfar er hækkað og inflatiónin hevur ávirkað rakstur felagsins.


Framvegis er sølan til marknaðir uttanfyri Føroyar vaksandi. Í 2022 var næstan 3/4 av samlaðu søluni hjá samtakinum til marknaðir uttanfyri Føroyar. Sølan til alivinnuna var meira enn ein triðingur av samlaðu søluni, og kemur væntandi at vaksa enn meira komandi árini.


Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Norra, Litava og nýliga eisini í Skotlandi. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna og ein deild í Tórshavn til botn- og rækjutrolsvinnuna.


Fyri at varðveita eina framkomna og umhvørvisvinarliga tænastu til kundar í alivinnuni, verður eitt nýtt barki- og turkihús tikið í nýtslu seinni í ár við Norðskála. Harumframt verður ein nýggj tænastustøð bygd í Skotlandi á Isle of Skye, ið verður tikin í nýtslu í komandi ár. Í norður Norra hevur felagið, Vónin Refa, longu bygt eina nýmótans tænastustøð til alivinnuna, ið bjóðar hesar
somu tænastur.


Nýhugsan og menning er nakað ið Vónin raðfestir. M.a. kann nevnast at Vónin eru í gongd við at menna nýmótans trollemmar, ið kunnu stýrast frá brúnnið. Hesir gløggu trollemmar gera tað lættari hjá skiparunum at fiska, tí teir tillaga seg til umstøðurnar í sjónum eftir boðum. Eftir ætlan verða trollemmarnir klárir í ár.
Í 2022 var fyrsta árið, har Vónin samtakið arbeiddi miðvíst við at endurvinna trol, nótir og alinótir fyri at fyribyrgja at tilfarið fer til tyrvingar ella brenning. Í árinum, megnaði Vónin í Føroyum at senda 337 tons av Nylon tilfari og 19 tons av plastik tilfari til endurvinningar. Fyri Vónin samtakið bleiv 1.060 tons av Nylon og plastik tilfari sent til endurvinningar.


Fyri 2022 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 434. Har av starvast 99 av teimum í Føroyum.


Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk ogsemipelagisk trol, botn- og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur osfr.


Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet eins og vasking og umvælingar av nótum osfr.


Til aðrar vinnur selur Vónin veirar, ketur, tog, net, lyftiútgerð o.a.


Hjalmar H. Petersen, stjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder