Rannsóknarskipið tók 198 hál á føroyska landgrunninum, har hvørt hál vardi ein tíma. Tað var sera lítið at fáa av toski og eisini lítið at fáa av longu og tungu í mun til onnur ár. Hinvegin var nógv at fáa av hýsu, hvítingsbróðri, svartkjafti og blálongu. Nøgdirnar av reyðsprøku, upsa, brosmu og stóra kongafiski vóru nakað tær somu sum undanfarin ár. Magakanningarnar vístu, at tað var sera lítið til av nebbasild, men toskur og hýsa vóru kortini rímiliga væl í holdum. Túrfrágreiðing sæst her.
Rannsóknarskipið gjørdi eisini 29 hál á Føroyabanka, sum er eitt øki suður-vestur úr Føroyum og sum var friðað fyri mest sum alla vinnuliga veiðu frá 2008 til 2021. Har var støðan heilt øðrvísi enn á føroyska landgrunninum. Tað var nógv meira at fáa av toski í mun til onnur ár, soleiðis at nøgdin var tann størsta, síðan hesar yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. Hetta var mest sera stórur toskur, tó at einstakir smærri toskar vóru uppií. Tað var eisini sera nógv at fáa av hýsu, tó at nøgdin helst er minkandi. Nøgdin av longu er komin niður á eitt vanligt støði. Magakanningarnar vístu, at tað var nakað til av nebbasild. Toskurin og stóra hýsan vóru rak í mun til onnur ár. Hetta er helst orsøkin til, at meira toskur kemur á línuna nú enn árini frammanundan. Túrfrágreiðing sæst her.
Tilmæli um fiskskap á landgrunninum og Føroyabanka verður latið landsstýrismanninum, tá stovnsmetingarnar eru lidnar í november/desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald