Tað var "meant to be" at Slovan Bratislava og KÍ skuldu hittast aftur. Dysturin sum bleiv av ongum í 2020 varð nógv umrøddur, og endiliga sleppa liðini at hittast á vøllinum.
Fyrsta umfar í bólkaspælinum er skotið í gongd. Í gjárkvøldi vann Lille 2-0 ímóti Ljubljana. Í kvøld skulu teir grønu úr Klaksvík royna seg í Národný futbalový leikvøllinum. Sagt verður, at eini 12.000 atgongumerki eru seld. Liðskiparin, Jákup B. Andreasen, sigur at umstøðurnar eru framúr og at teir eru spentir uppá uppgávuna í kvøld.
Kappingin í Slovakia er júst byrjað. Slovan Bratislava hevur leikt fimm dystir og hava megnað at fingið 8 stig.
Vit hava havt eina framúr gongd í slíkum dystum í ár. Vónandi klára okkara hetjur at fremja eitt bragd í kvøld.
Koyr á KÍ!
Ítróttur
Upptakt: Slovan Bratislava - KÍ
Klokkan 20 í kvøld er lagt upp til brak á Národný futbalový leikvøllinum, tá ið Slovan Bratislava og KÍ skulu hittast í fyrsta dystinum í bólkaspælinum.
2023-09-21 15:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald