Dystardagur:
Klokkan 19:45 bresta KÍ og Molde saman í triðja umfari í Champions League. Spenningurin undan dystinum er stórur og áhugurin fyri dystinum merkist hjá KÍ hópinum.
Eitt kunnu vit staðfesta, at tað verður rómur á Tórsvølli í kvøld - ein nærum útseldur Tórsvøllur og ein væl uppløgd Bláa Bylgja kann ikki sláa feil.
Hetta er fyrsta ferðin at KÍ er komið í triðja umfar í Champions League. Tá ið tað gjørdist greitt, var rómurin sjálvsagt øgiligur - mest tí at bólkaspæl er tryggjað. Men í KÍ leguni eru teir greiðir á málið, um, at teir vilja meir.
Molde, ið vann norsku tippuliguna í fjør, hava áður vunnið norsku deildina fimm ferðir. Teir komu inn í Champions League í øðrum umfarið, og vunnu 2-1 samanlagt ímóti HJK Helsinki. Í heimligu kappingini, Eliteserien, gongur ikki eins væl, hóast teir enn liggja á einum fjórða plássið.
Lagið í KÍ leguni er gott, nærum allir hópurin er við at blíva skaðafríur. Higartil hevur Champions League ferðin verið óverulig.
Lagt er tí upp til eitt satt brak í kvøld, og vónandi síggjast vit nógv fólk í bláum búna, og heppara okkara hetjur fram ímóti enn einari serstakari uppliving.
Koyr á KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald