Vinna

Uppskotið frá Sambandsflokkinum samtykt - gerast skulu fleiri tvískattaavtalur  

Løgtingið samtykti í gjár eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um at heita á landsstýrið um at fara undir samráðingar um at fáa fleiri tvískattaavtalur gjørdar. Endamálið er at víðka um virkismøguleikarnar hjá føroysku vinnuni og føroyingum sum heild

2023-05-12 11:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



- Fleiri tvískattaavtalur skulu m.a. vera við til at geva føroyingum og vinnuni betri virkisfrælsi og eina betri kappingarstøðu uttanlands. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum legði uppskotið fyri løgtingið um at heita á landsstýrið um at fáa fleiri tvískattaavtalur gjørdar. 


Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur støðugt víst á, at tørvur er á fleiri tvískattaavtalum. Føroyar hava í dag einans 8 tvískattaavtalur við onnur lond, og tað er ikki eydnast at økja um talið av hesum avtalum seinastu mongu árini. Til samanberingar kann nevnast, at Danmark hevur fleiri enn 70 tvískattaavtalur við onnur lond.


Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið samskipaðu í 2021-2022 arbeiðið í Vakstrarforum, har endamálið var at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund.


Úr frágreiðingini frá Vakstrarforum “Vakstarmøguleikar í maritimu veitaravinnunum” er enn eitt tilmæli komið um at arbeiða fyri, at Føroyar fáa tvískattaavtalur við allar viðkomandi marknaðir. 


Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum, og málið bleiv samtykt.


Sambandsflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder