Mann átti at fingið fleiri valfak í fólkaskúlan og at fingið træ- og jarnsmíð ordiliga upp at koyra aftur, soleiðis at tey, ið eru í handaliga og kanska eisini rokaliga endanum, sleppa at folda seg út og brúka evnini. Hvat ein kommuna fær gjørt við hetta veit eg ikki, men har kann mann finna loysnir.
Vit hava fingið Garasjuna, ið húsast niðanfyri Magn. Har eru fleiri ungdómar, ið hugna sær óført, tí har hevur ein møguleika at gera tað, ið einum dámar væl at fáast við.
Eg haldi, at vit áttu at fingið fleiri verkstovur til ungdómin í frítíðini. Um eg bert skal velja tvær verkstovur, so haldi eg, at tað er upplagt við træsmíð og landbúnaði. Kommunan eigur hølið, ið kundi verið brúkt hjá ungum at smíða í. Her er møguligt at hugsa kreativt, tí tað er so nógv ymiskt mann kann gera. Hetta fer uttan iva at stimbra undir menningina hjá tí einstaka, eins og áhugin fyri handverkarafakinum verður kveiktur. Somuleiðis er hetta gott fyri samfelagið, tí sum nú er, er tað tørvur á handverkarum, serliga í byggivinnuni. Her skal onki til, fyri at hetta kann gerast veruleiki.
Tilfar nýtist mann ikki at brúka eina krónu uppá, tí mann kann gera avtalur við byggifyritøkur um at fáa tilfar, ið er ov gott at koyra vekk. Eg havi sjálvur fingið nógv burturúr “burturkasti”, millum annað fleiri flettingarborð og høsnarhús.
Til landbúnaðarverkstovuna kundi mann fingið eina avtalu í lag, um at læna eitt seyðahús og eina trøð, har hvørki verður brúkt. Her skal vera møguligt hjá ungum at hava seyð, hønur og eisini at gera eplaveltu og annars tað, ið árstíðirnar hava at bjóða. Hetta kann vera við til at økja um áhugan fyri landbúnaði og føroyskari mentan millum ung í dag, sum fyri mær virkar til at vera fallandi.
Bara við hesum báðum verkstovunum, fær kommunan nógv og kemur hetta at síggjast aftur um nøkur ár.
Verið eg valdur inn í býráðið, verður hetta millum annað tað, ið eg fari at arbeiða fyri.
X við Jógvan Sigurd Eldevig Hattarstein
X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald