
Komandi vikuskiftið verður aftur ungdómspáskastevnan í Meinigheitshúsinum í Havn. Hetta er fimta árið á rað við einum páskatiltaki, sum serliga vendir sær til tey ungu.
Yvirskriftin fyri ungdómspáskastevnuna í ár er ’’Ein nýggj byrjan!’’.
Páskaboðskapurin er nakað fjarur og fremmandur fyri nógv ung í dag – ein gomul søga mitt í einum nútímans heimi. Men aftanfyri gamlar siðir er ein sannleiki, ið ung hava møguleika spegla sær í: At ganga ígjøgnum myrkrið og finna vegin til ljósið. Nógv ung í dag stríðast við angist, strongd, einsemi, stúran og ótta. Páskaboðskapurin er ein boðskapur um frælsi, sum givið var okkum øllum, tá Jesus vann á deyðanum. Páskirnar eru ein nýggj byrjan. Ikki bert fyri hini – men eisini fyri teg.
Ungdómspáskastevnan verður langafríggjadag til og við páskadag 18. – 20. apríl. Møtini verða hvørt kvøld kl 20:00 í Meinigheitshúsinum í Havn - reyða húsið við SMS. Undir møtinum er møguligt at koma til samtalu og forbøn.
Langafríggjadag talar Pól Johannessen, páskaaftan Mariann D. Poulsen og páskadag Kartin Høgnesen.
Umframt boðskapin um Jesu deyða og uppreisn, verður lovsangur við stórum lovsangsbólki og tónleikaframførslur við Dan Eliassen og Gøtu Kirkju Ungdómskóri. Eftir møtið verður Café HeBrews opin, har tað er møguligt at keypa sær okkurt gott til góman.
Hóast hetta er eitt ungdómstiltak, skulu tey eldru als ikki halda seg burtur. Ung sum gomul eru øll hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald