Ítróttur

Ungdómslandsliðið í badminton til kapping í Danmark

Fyrradagin fór ungdómslandsliðið í badminton til Danmarkar at luttaka í ISI-cup. Tilsamans telur hópurin 19 leikarar. Við á ferðini eru eisini ungdómslandsliðsvenjarin Fai Yin Wong og ferðaleiðararnir Katrin Jacobsen og Bogi Jacobsen.

2023-03-05 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kappingin byrjaði í gjár og heldur áfram í dag. Okkara leikarar luttaka í í A-rekkjuni og Meistararekkjuni. A-rekkjan spælir einmans- og tvímansleik, og M-rekkjan spælir einmans-, tvímans- og blandaðan tvímansleik.

Tey skulu spæla ímóti leikarum úr Danmark og Íslandi - spennandi verður at fylgja við, hvussu fer at gangast teimum.

Leikararnir koma heim aftur mánadagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder