Mentan

Undurfagri mai 2025 – mentan, náttúra og felagsskapur í Vága kommunu

Aftur í ár skipar Vága kommuna fyri Undurfagra mai – einum heilum mánaði við tiltøkum, sum varpa ljós á mentan, náttúru og felagsskap. Mánaðurin er ein innbjóðing til bæði borgarar og vitjandi um at luttaka í fjølbroyttum og innihaldsríkum upplivingum kring alla kommununa.

2025-04-12 15:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Íblásturin til heitið og sjálvt innihaldið í mánaðinum kemur frá várliga og vakra sanginum Mai eftir Tummas N. Djurhuus, sum Lív Dam sang í 1989. Fyrsta linjan í sanginum – "Áh, tú undurfagri mai" – lýsir væl tann stemningin, sum Vága kommuna ynskir at skapa við hesum átakinum. Vit kunnu gleða okkum til ein spennandi mánað við einari rúgvu av tiltøkum, ið varpa ljós á náttúru, umhvørvi og mentan í Vága kommunu.

Fleiri av teimum væleydnaðu og fjølbroyttu tiltøkunum frá Undurfagra mai í fjør ganga aftur í skránni fyri Undurfagra mai 2025. Tað merkir, at borgarar aftur í ár kunnu gleða seg til mentanarlig tiltøk, sum fevna um ymiskt – bæði til børn, ung og vaksin.

Tiltøk og skrá

Tiltøkini fyri Undurfagra mai verða kunngjørd á Facebook og Instagram, so tað er at fara inn og dáma síðuna Undurfagri Mai, og samlaða skráin verður løgd út á www.vaga.fo tá hon er klár. Skráin verður dagførd leypandi, og øll eru vælkomin at luttaka.

Vága kommuna gleðir seg at bjóða ein mánað við innihaldi, íblástri og felagsskapi – og vónar, at nógv vilja verða við til at gera mai til ein undurfagran mánað saman.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder