
Fyrri parturin av boðskapinum heldur fram við eini persónligari søgu um sjúku, royndir og upplivingina av at síggja Guds hond í øllum. Tað talar um at móttaka ein boðskap, sum er so beinraktur sum gjørligt. Eitt kall til umvending, til nýtt lív og til trúfast at ganga sum ein kristin. Spurningurin verður settur, er hesin boðskapur sannur? Um so er, hvat merkir tað fyri títt lív?
Seinni parturin byggir á uppmuntranina frá Paulusi, at hvør trúgvandi eigur at tala frítt, við dirvi og uttan ótta, tá boðskapurin um Kristus verður deildur. At liva eitt fullkomið kristiligt lív er at bera ávøkst. Um onkur sigur seg vera umvendan; so vís ávøkstin av tí. Hvat veksur tær við lið? Er sáðið av Guds orði veruliga sátt í tínum hjarta?
Um tú nakrantíð hevur hoyrt ein boðskap, sum tosar beinleiðis til tín, so er hetta ein av teimum. Lurta væl, hugsa um tað í egnum hjarta, og tak nøkur fet fram.
Tín kristna familja er klár at taka ímóti tær.
Agnar Falkvard Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald