Umhvørvisstovan: Sambært § 16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.
Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri umhvørvið.
Av tí at sólpanelini eru løgd á tekjuna á einum verandi bygning eru tey ikki mett at hava stóra ávirkan á landslagið ella lívfrøðiliga margfeldi á staðnum.
Tað verður ikki mett, at ampar verða av óljóði ella skuggakasti frá sólpanelunum. Ein simulering er gjørd fyri at kanna møguligar ampar av afturskini frá sólpanelunum. Afturskin stendist av, at sólarljós verður speglað av einum luti.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann síggjast her (niðast á síðuni).
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast. Her er almenna lýsingin
Freistin til hoyringarsvar er 24. august 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald