2023-04-26 16:17
Í løtuni liggja tvey uppskot í tinginum, har send verður ein eykarokning á hundraðtals milliónir til vinnuna, tí mett verður, at vinnan ikki rindar nóg nógv í landskassan, enn hon longu ger.
Tá fyritøkur ynskja at geva sjúkrahúsverkinum eina stórfingna gávu, ið fer at gera tað møguligt at gera skanningar í Føroyum, heldur enn í Danmark, so halda umboð fyri landsstýrið tað ikki vera í lagi.
Álvaratos, hevur man sett sær fyri, at alt privat virksemi skal steðgast ella revsast, óansæð um hetta kann betra um tilveruna her í Føroyum?
Um privat ynskja at lata heilsuverkinum eina gávu, so er tað sjálvandi í lagi. Tað er hent fyrr, og tað skal eisini vera vælkomið framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald