Leygardagin 18. mars 2023 verður skipað fyri ullardegi í Perluni og á Reinsarínum. Tiltakið er fyriskipað av Búnaðarstovuni í samstarvi við Patt Lucas Petersen og Tjóðsavnið. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á ullarvirking sum siðaarv.
Talan er um eitt alment tiltak, har øll, ið hava áhuga fyri tøting, hava eitt gylt høvi at royna seg í at virka burtur úr ullini.
Opið er frá kl. 10.00 til kl. 16.00. Atgongdin er ókeypis, og tað er heldur ikki neyðugt at melda til.
Frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og aftur frá kl. 13.00 til kl. 15.00 kunnu børnini fáa undirvísing í at tøva sær ein bólt, at virka sær eitt band, ella at spinna á fótarokki. Hetta er í Perluni.
Inni á Reinsarínum er ull tøk, sum fólk kunnu royna seg við, t.d. at nappa, síðan at karða, so spinna og at enda at binda. Onkur kemur at sita og virka og vegleiða tey vitjandi, um áhugi er fyri tí.,
Tær frá Bindifestivalinum í Fuglafirði verða við til tiltakið við sínum drunni. Høvi verður at binda nakrar stokkar afturat drunninum ella at royna at binda við ull?
Á Bindifestivalinum eru vanliga ymisk evni um ull á skránni, t.d. verkstovur ella fyrilestar. Í ár ætla tær at gera enn meir burtur úr ullini. Hetta kunnu tit hoyra eitt sindur meir um leygardagin.
Stuðulsfelagið Víkingabygd hevur matsølu bæði í Perluni og á Reinsarínum. Tey selja kaffi og køkur á Reinsarínum, meðan tað er opið og suppu í Perluni frá kl. 12.00 til kl. 15.00.
Verið hjartaliga væl komin øll.
Dagurin er fíggjaður av norðurlendsku / baltisku verkætlanini LIVIND, sum Tjóðsavnið er partur av. LIVIND fíggjar smærri verkætlanir innan siðaarv. Ullarvirking er á listanum hjá Tjóðsavninum um siðaarv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald